Japan brúkar 190 miljardir fyri at veksa um barnatalið

Í dag legði japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, fram eina risaætlan, sum skal eggja familjum í Japan til at fáa fleiri børn. 

Japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, lovar at hjálpa sínum íbúgvum, soleiðis at fleiri børn kunnu verða fødd í landinum.

 

Men, tað eru ikki øll, sum halda, at ætlanin hjá forsætisráðharranum er skilagóð, soleiðis sum hon fyriliggur.

 

Í dag legði Fumio Kishida fram risaætlanina, sum skal eggja familjum til at fáa fleiri børn. 

 

Ætlanin fevnir eitt nú um størri peningaligar veitingar til familjur við børnum, størri útbúgvingarstuðul og størri upphæddir til barsil.

 

Uppskotið fevnir eisini um møguleikan at velja fleksiblar arbeiðstíðir og longri barsilsfarloyvi til pápar.

 

Øll ætlanin hjá japanska forsætisráðharranum er á 3,5 billiónir yen, sum svarar til einar 190 miljardir krónur í okkara peningi.

 

Japan hevur heimsins elsta íbúgvaratal eftir skattaparadísið, Monakko, og landið hevur harðar reglur fyri tilflytarar. 

 

Í fjør vórðu einans 800.000 børn fødd í Japan, sum annars hevur eitt íbúgvaratal á umleið 125 miljónir.

 

Útreiðslurnar til eldraøkið í landinum veksa við rúkandi ferð.

 

##med2##

 

Forsætisráðharrin sigur, at ætlanin við uppskotinum er ikki, at almenningurin í Japan skal bera størri byrðar enn higartil.

 

Ætlanin hevur møtt politiskari mótstøðu, tí stjórnin ikki vísir á, hvussu risaætlanin skal fíggjast.

 

Sum skilst, verður bara víst á sparingar á øðrum økjum, eins og málið hjá stjórnini er, at búskapurin í Japan fer at veksa.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr Japan seinnapartin í dag.

 

 

 

Japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida.