Janus hitar upp fyri James Arthur

Janus Wiberg Mortensen skal hita upp fyri heimsstjørnina James Arthur í Danmark í summar

Tað verður á konsert á Nordstrand Festival, sum verður 21. juli í 2022.

Janus hevur í trý ár arbeitt saman við framleiðaranum, Søren Balsner, sum er kendur frá Carpark North. 

Teir hava arbeitt seg væl og virðiliga í gjøgnum koronutíðina við at skriva eitt album, har sangir teirra koma út so við og við.

Janus trýr uppá, at sanginir fara at gera um seg. Janus svarar.

– Eg gleði meg øgiliga nógv. 30.000 atgongumerkir verða sett til sølu, haldi eg í dag, so tað er fyri ikki at siga ov nógv, tað størsta, eg havi og kanska fari at royna nakrantíð, eg gleði meg bara ræðuliga nógv at koma at spæla nýggju sangir mínar, sum eg síggi mega nógv fram til nú í nærmastu framtíð, sigur Janus Wiberg.

– Tað hevur verið sera hart hesa koronutíðina, men nú sær tað øgiliga spennandi út. Eg elski at gera tónleik, og dreymurin er, at fólkini eisini fara at dáma tað eg geri, sigur Janus Wiberg Mortensen.