Jann Martin aftur í Runavík

Jann Martin Mortensen og Sjúrður Jacobsen spæla eisini við NSÍ í 2009. Heimasíðan hjá runavíkingar skrivar, at báðir hava longt sínar avtalur við felagið.

Jann Martin Mortensen var í seinnu kappingarhálvu í ár útleigaður til B68, men ætlar sær nú at stríðast um plássið á miðvøllinum við Nenad Stankovic, Høgna Madsen, Boga Løkin og Jann Inga Petersen.