Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld fjórðingsfinalu í donsku steypakappingini á útivølli móti Horsens.
Viborg vann stórsigur 36-22. Í steðginum var Viborg á odda 17-12.
Viborg hevur saman við Odense og Nykøbing Falster vunnið seg í FINAL FOUR í steypakappingini. Í løtuni spæla Herning/Ikast og Esbjerg um tað fjórða plássið.
Jana skoraði fýra mál og legði upp til eitt mál.
Ígjár taptu Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn á heimavølli 28-33 (13-17) fyri Odense í fjórðingsfinaluni.