Jan skal hava nýggja stjórn

Í Føroya Fiskimannafelag er val á hvørjum ári, og í ár er sýsluformansval.

Í fjør var felagsformansval í Føroya Fiskimannafelag, og árið fyri var sóknarformansval. Í ár er aftur val í felagnum, og hesaferð er tað sýsluformansval.

 

At sýsluformansval verður, merkir, at nevndarlimir skulu veljast í stjórnina í felagnum, sum saman við felagsformanninum mynda leiðslu felagsins.

 

Tað eru seks sýsluformenn, sum skulu veljast, og freistin at stilla upp til valið er 4. desember klokkan 16.

 

Føroya Fiskimannafelag verður stýrt av eini felagsstjórn, sum hevur sjey limir, seks sýsluformenn og felagsformaðurin.

 

Ein sýsluformaður verður valdur fyri hvørja sýslu, og tveir tiltaksmenn verða valdir fyri hvønn sýsluformann.

 

Felagsstjórnin, sum soleiðis er sýsluformenninir saman við felagsformanninum, velur sínámillum næstformannin í Føroya Fiskimannafelag.