Á aðalfundi í P/F Fiskaaling, sum varð hildin við Áir 7. mars, vórðu tveir nevndarlimir skiftir út.
Arne Poulsen, sum umboðaði Vinnumálaráðið og Jonhard Eysturskarð, sum var starvsfólkavalt umboð, fóru úr nevndini. Í teirra stað vórðu vald Jan Mortenssen og Gunnvør á Norði.
Eftir aðalfundin var nevndarfundur, har nevndin skipaði seg við Jan Mortensen sum formanni. Hann tekur við eftir Kristoffur Laksá, sum ynskti at verða loystur úr formanssessinum og halda fram sum vanligur nevndarlimur.
Nevndin í P/F Fiskaaling er nú mannað við Jan mortensen sum formanni, Kristoffuri Laksá, Turid Mørkøre, Gudny Vang, Leif av Reyni, Erhard Joensen og Gunnvør á Norði, sum er starvsfólkaumboð.
Tað veit heimasíðan hjá Fiskaaling at siga.









