Jan Múller - "tíðinda alfaðirin" ? uttan virðing fyri veruleikanum

Áki Andreasen

Í einari útvarpssending, einari undirhaldssending nýtti ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum høvi at leggja eftir formanni Tjóðveldsifloksins og øllum fullveldisfólkið fyri at taka patent uppá politikkin og fyri ikki at hava virðing fyri øðrum.

Hetta undraði kortini ikki - tí vit sum royna at fylgja eitt sindur við vita at sjáldan man eitt blað hava framt so nógv bílagt ar-beiði sum Sosialurin hevur gjørt og ger fyri Javnaðarflokkin.

Jan Múller, Sosialurin
og veruleikin
Tað er ikki langt síðan at politisku málini vóru bæði ljósari og vónríkari enn tey eru í dag. Við fleiri royndum at fáa andstøðuna við - serliga Javnaðarflokkin, var arbeitt fram móti "tí breiðu semjuni" - men Javnaðarflokkurin vildi ikki; skilti ikki sín leiklut í andstøðu - og dagliga kom Sosialurin á gøtuna við oddagreinum sum niðurgjørdi øll fullveldisfólk, alla fullveldisætlanina og málrættað sáddi iva um alt, sum tá sitandi samgonga legði fyri dagin - hvar var virðingin fyri teimum ætlanunum sum tá vóru á skránni??
Í dag situr ábyrgdarblaðstjórin í ÚF og skuldsetur eini 10 - 12. túsund føroyingar fyri at hava tikið patent uppá sannleikan, og ikki virða tey sum ikki eru fullveldissinnaði.
Í sendingini rør ábyrgdarblaðstjórin framundir, at tað ikki var lætt at vera sambandssinnaður meðan fullveldissamgongan sat - hetta er so langt av leið at tað bæði er skammiligt og átaluvert.
Hetta er ábyrgdarblaðstjórin sum í sama andadrátti tosar um virðing fyri skrivi og talufrælsinum, fyri teimum sum hava eina aðra hugsan - tað er ikki rætt at Soaialurin hevur víst fullveldisætlanini virðing, tað er ikki rætt at Sosialurin vísti fullveldissamgonguni virðing, tað er ikki rætt tá ábyrgdarblaðstjórin í einari útvarpssending letur allar lurtarar vita at Tjóðveldisflokkurin og øll fullveldisfólk hava kanna sær patent uppá veruleikan og tað er so slettis ikki rætt at Sosialurin er ein óheftur fjølmiðil.

Jan Múller, Sosialurin og sitandi samgonga
Tað er vent í holuni á Sosialinum síðan Javnaðarflokkurin kom í Tinganes og Jóannes Eidesgaard bleiv løgmaður - sjálvandi.
Atfinnginarsomu oddagreinirnar eru burtur - eingin viðgerð av vitleysum gerðum og umsitingarligum brølarum; alivinnan og landsstýrismaðurin í Vinnumálum er eitt dømi; Hans Pauli Strøm og setanin av leiðara á frítíðarskúl-anum er eitt annað dømi. Studningurin til rækjuvinnuna, undirgravingarvirksemi í samband við miðnámsskúlan í Vági.
Eingin viðgerð av glantrileikinum við yvirlýsingum og "proformaav-tal-um", sum ikki verdar pappírið tær eru niðurfeldar á.
Bert ein myndafrásøgn fyri og onnur eftir - sum eitt royalt myndablað - uttan nakra ítøkjuliga viðgerð yvir høvur.
Kortini vil ábyrgdarblaðstjórin vera við at Sosialurin er blaði - sum óheft og áhaldandi lýsir samfelagsmál, sum óheft og áhaldandi er á varðhaldi; góðan morgun - tað er eitt sindur pínligt fyri Jan Múller sjálvan at fyrigykla øllum føroya fólkið nakað, sum er alt annað er sannheit.
Tað er langur vegur á mál áðrenn Javnaðarflokkurin sleppur takinum á Sosial-inum. Men vit kunnu bert vóna - men tað er eingin grund til at "proklamerað" nakað sum einki hald er í.