Jan Hentze, sum hevur verið altjóða flogbóltsdómari síðan 2005, gevst nú í hesum høpi. Hann hevur framvegis sjey ár eftir áðrenn hann fellur fyri aldursmarkinum sum altjóða dómari, sum er 55 ár, og tískil er orsøkin ein onnur.
- Eg havi ikki fingið møguleikan at menna meg sum altjóða dómari, tí evropeiska flogbóltssambandið, CEV, bara hevur givið mær fáar og “vánaligar” dystir at døma. Tí havi eg nú tikið avgerð um at gevast sum altjóða dómari, sigur hann við Sosialin og leggur afturat, at hann fyribils heldur fram at døma í heimligu kappingini, men at hann umhugsar at taka ein steðg eftir hetta kapppingarárið.
Jan hevur dømt heili 79 altjóða dystir og má tí metast sum ein ógvuliga royndur altjóða dómari. Fyrstu árini var hann høgt í metum; dømdi fjórðingsfinaluna í CEV Cup-kappingini og í 2008 dømdi hann ikki færri enn níggju altjóða dystir. Síðani hevur eftirspurningurin eftir honum í altjóða høpi verið minkandi.
- Um vit taka hesi síðstu trý árini, so havi eg tilsamans bara dømt ellivu dystir, og í fjør enntá bara tveir. Tað byrjaði spakuliga at broytast í 2010, men serliga hesi síðstu trý árini hevur tað verið lítið áhugavert, tí um eg skal føla meg at vera nóg væl fyri, skulu tað helst verða einir sjey ella átta dystir um árið, so tú alla tíðina ert í tí, sigur Jan Hentze.
- Hondina á hjartað, so haldi eg, at eg havi betur uppiborið, tí við 79 altjóða dystum havi eg vunnið mær nakrar royndir, ið áttu at givið alsamt størri og áhugaverdari dystir at dømt. Eg veit væl, at liðini í innleiðandi umfarinum í Challenge Cup taka tað í eins stórum álvara sum tey bestu, men tað er bara ikki so áhugavert, tá tað ikki verður til annað og meira enn tað, sigur Jan víðari.
Fyri fáum vikum síðani gjørdi Jan av at senda forsetanum í CEV, André Meyer, formanninum í dómaranevndini, Jan Rek, og einum í menningardeildini, Stewart Dunne, eitt bræv, har hann greiddi frá støðuni og ikki legði fingrarnar ímillum, samstundis sum hann gjørdi teimum greitt, at hann ikki fekk hildið fram sum dómari, soleiðis sum støðan var. Hann fekk einki svar, men tá ið hann á dómaraportalinum hjá CEV boðaði frá, at hann ikki longur var tøkur, fekk hann tað turrisliga svarið frá Stewart Dunne, at hann longu var strikaður sum dómari og tí ikki hevði fyri neyðini at siga frá.
- Nú eg gevist, eri eg ikki keddur ella nakað sovorðið, tí eg havi havt nøkur ótrúlig ár við nøkrum stórum upplivingum, sum hava givið mær nógv. Eg harmist bara um, at hetta hendir júst nú, tí eg havi eitt gott starv, sum er sera væl egnað til hetta, tí eg havi frí aðruhvørja viku. Tað skuldi ligið væl fyri, men dystirnir eru bara ikki har, uttan at nøkur frágreiðing fæst um tað, og so gerst einki við tað, sigur Jan Hentze.