- Tá Rasmus Hansen ætlaði at gevast í fjør við gomlu fyritøkuni í Leirvík, Karl Hansens Eftf., sum eitt nú framleiddi og seldi tey vælumtóktu leirvíksknettini, bjóðaði hann mær at yvirtaka raksturin.
Tað sigur Jan E. Petersen, sum frammanundan eigur og rekur fyritøkuna, Primafisk í Leirvík, sum ger tær vælumtóktu fiskapylsurnar, ið mong keypa til viðskera - ella til at skera niður á pannuna.
- Nú eg havi yvirtikið raksturin av knettahúsinum í Leirvík, merkir tað í fyrsta lagi, at leirvíksknettini ikki fara í søguna, og nú er tað eg sjálvur og vermóður mín, sum taka okkum av virkseminum, sigur Jan E. Petersen.