Jákup Bogi Joensen
Leygarkvøldið verður skipað fyri stórum tiltaki í Badmintonhøllini í Havn. James Olsen Band fer at spæla til konsert og dans. James Olsen hevur seinastu tíðina verið í Danmark, og har hevur hann spælt við nógvum kendum tónleikabólkum.
Aftrat sær leygarkvøldið hevur James nakrar av teimum heilt garvaðu tónleikarunum í føroyskum høpi.
Ólavur Øster á guitarinum, Pauli Magnussen á bass, Jógvan Olsen á ljómborð, og aftan fyri trummurnar fer Brandur Jacobsen at sita. Sangin fer James sjálvur at taka sær av.
Hetta er fyrsta tiltaki av sínum slagi í ár, og vóna fyrireikaranir, at nógv fólk fara at leita sær niðan í Badmintonhøllina leygarkvøldið.
Dyrnar lata upp klokkan 23 og kostnaðurin er einans 100 krónur.
Fríggjakvøldið spæla James Olsen Band í Kagganum í Havn.