Adolf Eichmann óraði ikki ilt, tá hann eftir loknan arbeiðsdag var á veg til hús og fór úr bussinum á tí vanliga steðgiplássinum í Buenos Aires ein dagin í mai í 1960. Nøkur fá sekund seinni lupu nakrir agentar hjá ísraelsku fregnartænastuni Mossad á hann og góvu honum eina doyvandi innspræning. Í níggju dagar fjaldu agentarnir Eichmann, áðrenn teir smuglaðu hann út úr Argentina til Ísraels, har myndugleikarnir høvdu fyrireikað eitt rættarmál ímóti honum.
Adolf Eichmann var ein av næstu og týdningarmestu monnum Hitlers, og hann var høvuðsarkitekurin aftan fyri "Ta endaligu loysnina". Hetta var ætlanin hjá Hitler og hansara monnum at útrudda jødarnar, og Eichmann var tann, sum skipaði soleiðis fyri, at tað eydnaðist nazistunum at beina fyri seks milliónum jødum.
Hetta gjørdi hann til eitt av høvuðsmálunum hjá teirri ísraelsku fregnartænastuni Mossad, sum brúkti nógva orku og nógva tíð í árunum aftan á seinna heimsbardaga til at finna nazistar, sum vóru flýddir úr Týsklandi.
James Bond-útgerð
Tað vakti sera stóran ans, tá ísraelsmenn avdúkaðu, at teir høvdu funnið Eichmann og flutt hann til Ísraels. Hetta var ein so ótrúlig fregnartænastusøga, at hon kundi verið úr einum filmi og ikki úr veruleikanum, og líka síðani hevur hon hugtikið tey, sum hava áhuga fyri slíkum.
Nú - fyri fyrstu ferð í meiri enn 50 ár - hevur Mossad valt at vísa, hvussu Eichmann bleiv tikin og burturfluttur. Tað verður gjørt við einari framsýning, har fólk fáa høvi til at síggja útgerðina, sum bleiv brúkt.
-Hetta var fyrstu ferð, at Mossad framdi eitt stórt tiltak uttanlands, og tí noyddust vit at brúka James Bond-útgerð, fyri at tað skuldi eydnast, sigur Mossad-agenturin, sum greiðir teimum forvitnu framsýningargestunum frá.
-Tað var í grundini hendan uppgávan, sum legði lunnar undir ta Mossad, sum vit hava í dag. Agentarnir prógvaðu, at teir vóru førir fyri at fullføra torførar uppgávur í øðrum londum og við falsaðum samleikaprógvum, sigur agenturin við blaðið Daily Mail. Sum Mossad-agentur brúkar hann ikki sítt rætta navn, men nevnir seg Avner A.
Sproyta og falskt pass
Tann forvitnisliga og sera sjáldsama framsýningin er á Ben Hatfutsot-savninum í Tel Aviv, og har eru fleiri lutir, sum varpa nýtt ljós á handtøkuna og burturflytingina. Millum lutirnar er tann upprunaliga Mossad-frágreiðingin um Adolf Eichmann, har hann verður umrøddur við dulnevninum "Dybbuk", sum er hebraiskt og merkir "ónd sál".
Kuffertið við tí fjalda myndatólinum, ið tók ta fyrstu myndina av Eichmann í Buenos Aires, er eisini á framsýningini. Har er eisini sproytunálin, sum agentarnir brúktu til at doyva Eichmann við, og á einum borði liggur tað falska passið, sum bleiv brúkt til at fáa Eichmann úr Argentina við.
Avdúkaður
Tað eydnaðist Adolf Eichmann at flýggja frá amerikanarunum í 1945, og sum so nógvir aðrir nazistar flýddi hann til Argentina og búsetti seg har undir følskum navni. Har royndi hann at liva eitt vanligt lív saman við familjuni, og í fleiri ár gekk alt eftir vild.
Men tá elsti sonur hansara, Nick, fekk eina nýggja vinkonu í 1957, fór tilveran hjá Eichmann at ridla. Gentan æt Silvia Hermann, og pápi hennara, sum var ein av teimum jødunum, sum vóru slopnir livandi undan týningini, fekk varhugan av, at alt ruggaði ikki rætt við tí unga manninum. Sum frá leið fingu myndugleikarnir í Ísrael frænir av, hvat var á vási í Argentina, og so byrjaði kanningararbeiðið.
Tvey ár seinni fór Mossad-agenturin Zvi Aharoni til Buenos Aires, og har tók hann tær fyrstu myndirnar av Adolf Eichmann, sum nú æt Ricardo Klement.
Smuglaður við sendinevnd
Tann 11. mai í 1960 stóðu sjey menn við eitt busssteðgipláss í Buenos Aires og bíðaðu eftir, at Eichmann skuldi koma úr bussinum á veg til hús eftir enn ein arbeiðsdag á Mencedes Banz-verksmiðjuni. Í níggju dagar fjaldu agentarnir fangan, til hann bleiv hann smuglaður úr Argentina í einum flogfari hjá ísraelska flogfelangum El Al Israel Airlines.
Hetta flogfarið var komið til Buenos Aires nakrar dagar frammanundan við einari ísraelskari sendinevnd í sambandi við, at Argentina hátíðarhelt 150 ára dagin sum sjálvstøðugt land. Men teir argentinsku myndugleikarnir vistu ikki, hvat tað ísraelska flogfarið skuldi hava við sær, tá tað fór avstaðaftur.
Mossad-agentarnir góvu Eichmann doyvandi evni, lótu hann í ein búna hjá flogfelagnum El Al og sendu hann til Ísraels. Har kom hann fyri rættin, ákærdur fyri brotsverk ímóti mannaættini. Revsingin var deyðadómur, og tann 31. mai í 1962 bleiv Adolf Eichmann hongdur í Ramla-fongslinum.
(Keldur: AP, Daily Mail. NRK)
Myndir og myndatekstir:
Mynd Eichmann í rættinum
Myndatekstur:
Tann kenda myndin av Adolf Eichmann í einum skottryggum glasbúri í ísraelska rættarhølinum (Mynd: Polfoto)
Mynd nál til Eichmann
Myndatekstur:
Hetta er sproytan, sum Mossad-agentarnir brúktu til at geva Eichmann eina doyvandi innspræning (Mynd: AP)
Mynd Eichmann í SS-búna
Myndatekstur:
Adolf Eichmann - her í SS-búna - var høvuðsarkitekurin aftan fyri jødatýningina hjá nazistunum (Mynd: Polfoto)