Jákup Dam stillar ikki upp aftur til býráðið

- Tá eg varð valdur fyrstu ferð, hugsaði eg um at sita í mesta lagi tvær ella tríggjar setur, um eg fekk undirtøku til tess. Nú havi eg sitið tríggjar setur og stilli ikki uppaftur

 

Jákup Dam í Kollafirði er tríggjar ferðir valdur í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi. Í 2012 fekk hann 307 atkvøður, í 2016 var talið 417, og á seinasta kommunuvali í 2020 fekk hann 376 atkvøður.

 

Undan honum úr kollafjarðarøkinum sat fyrst Jákup Suni Joensen av Signabø og síðan Vagnur Johannesen úr Kollafirði í býráðnum. 

 

- Eg meini, at millum tíðina hjá Jákupi Suna og Vagni sat eitt býráð, har einki umboð var úr okkara øki, sigur býráðslimurin, sum nú situr sítt seinasta skeið.

 

Hann vísir á, at tá hann fyrstu ferð læt seg stilla upp og varð valdur, setti hann sær fyri, at tíðin sum býráðslimur í mesta lagi skuldi gerast tvær ella tríggjar setur, um hann fekk undirtøku til tess.

 

Hetta er triðja setan, og nú verður ikki meira.

 

- Hetta hevur verið ein spennandi tíð, og mær hevur dámt býráðsarbeiðið væl. Eg eri lærari í Kollafirði, og eg má ásanna, at býráðsarbeiðið er ein stór ábyrgd, sum eisini krevur nógva tíð. Tað eru fáir dagar, har ikki onkrar uppgávur eru.

 

Í býráðnum hesaferð er Tjóðveldi ikki við í meirilutanum, men í undanfarnu samgongu var Tjóðveldi við í meirilutanum, og tá var Jákup Dam formaður í teknisku nevnd, sum eisini var ein stór uppgáva.

 

- Eg føli meg at hava havt eitt gott samstarv við tey fólkavaldu í býráðnum - antin vit vóru í samgongu ella ei, sigur hann.

 

Jákup Dam vísir á, at tað sjálvsagt eru mál, sum semja ikki hevur verið um, men hóast tú ikki ert við í einum meiriluta, eigur tað eftir hansara tykki ikki at merkja, at tú neyðturviliga skal vera ímóti øllum, sum meirilutin kemur við.

 

- Eg eri væl nøgdur og takksamur fyri ta undirtøku, eg havi fingið á býráðsvalunum undanfarin val, bæði her í kollafjarðarøkinum og aðrastaðni. Ætlar tú tær at verða valdur í býráðið, hevur tað stóran týdning, at tú í fyrsta lagi hevur undirtøku í nærumhvørvinum.

 

Hann heldur ikki, at fólk í kollafjarðarøkinum hugsa so ógvuliga politiskt, tá tey velja á býráðsvalinum.

 

- Soleiðis eru tað heldur ikki bara tjóðveldisfólk, sum hava stuðlað mær hesi árini, eg havi verið valdur, men mong onnur eisini, og tað eri eg sera takksamur fyri, sigur Jákup Dam, sum hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur í heyst.