Jaguar Magazine ? ger ferðafrásøgn úr Føroyum

Blaðmenn frá Jaguar Magazine í Onglandi vóru herfyri á vitjan í Føroyum. Teir koyrdu koyrdu við einum nýggjum Jaguar S-Type 3.0 E. Ferðafrásøgn kemur í næsta blaðnum hjá teimum, ið kemur út í november.

Vit í Føroyum eru so avgjørt ikki forkelaði við Jaguar bilum. Hóast tað gjørdi leiðslan í Jaguar Magazin av at gera eina ferðafrásøgn úr Føroyum. Jaguar Magazine kemur út fýra ferðir um árið, og verður sent út til Jaguar eigarar. Tríggir mans vóru í ferðalagnum. Richard Robinson frá Jaguar Magazin var her saman við Andrew Ball og einum myndamanni, ið var farin heima aftur við flogfari, tá vit hittu teir á Hotel Føroyum. Teir hava ferðast kring oyggjarnar, tikið myndir og skrivað eina ferðafrásøgn til Jaguar Magazine, ið kemur út miðskeiðis í november. Vit fara at venda aftur til vitjanina, tá vit fáa blaðið frá teimum og síggja hvat teir hava fingið burturúr. Teir vóru í Norðoyggjum, Eysturoynni og vóru til dømis í Elduvík og Gjógv. Eisini vóru teir uppi á Sornfelli við bilinum. Veðrið var sera gott, meðan teir vóru her, so møguleikarnir eru góðir fyri, at talan verður um eina spennandi ferðafrásøgn.
Jaguar S-Type
Jaguar S-Type kom á marknaðin í 1998. Bilurin er luksusbilur við allari útgerð, komfort og koyrieginleikum á sera høgum støði. Teir fáast við V6 ogV8 motori. Í Danmark kosta teir millum 700.000 og eina millión krónur. Bilurin, ið var her fyri Jaguar Magazine, hevði V6 motor við 238 hk. Talan er um ein 3.0 litur Ford Duratec motor. Ford eigur Jaguar bilverksmiðjuna.
Richard Robinson frá Jaguar Magazin sigur, at teir hava stóran áhuga fyri Jaguar bilum í Føroyum. So vit koma at síggja bæði gamlar og nýggjar føroyskar myndir í Jaguar Magazine.

Jaguar S-Type 3,0 E
Motorur3,0 litur V6 24V við 238 hk
0-100 km/t8,5 sek.
Bensinnýtsla8,4 km/l
Dekkstødd225/55-16
Stødd og vekt:
Longd486,0 cm
Breidd182,0 cm
Hædd144,0 cm
Eginvekt1600 kg
Viðførisrúm370 litrar
Prísur í Danmarkkr.740.000,-