Men tað krevur, at løgmaður bakkar frá avgerðini, sum hann tók 20. desember, tá Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur løgdu landsstýrissessirnar frá sær fyri at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum. Tí tá segði løgmaður, at tey bæði ikki fóru at verða sett aftur sum landsstýrisfólk.
Og løgmaður fer helst at bakka og siga, at »nú er ein nýggj støða«. Og tað er ein nýggj støða, eftir at Jørgen Niclasen mátti fara frá, tí hann í síðstu viku varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Í løtuni hevur Fólkaflokkurin tveir púra blankar og óroyndar landsstýrismenn. Annar hevur verið virkin í flokkinum, meðan hin meldaði seg inn í Fólkaflokkin eftir at hann gjørdist landsstýrismaður 6. januar í ár.
Tí er neyðugt at fáa ein persón at umboða Fólkaflokkin í landsstýrinum, sum kann stabilisera flokkin. Og tað kann Jacob Vestergaard, hóast hann eisini kann hava sínar kontroversiellu hugsanir, sum eitt nú í radaramálinum.
Sum in.fo skilir, verður tað Jacob Vestergaard, sum tingmanningin hjá flokkinum formliga fer at peika á mánadagin, tá fundur verður um málið.
So hóast Heðin Zachariasen reyk úr tinginum í dag, tá Jørgen Niclasen aftur tók sæti á tingi, so verður tað ikki so leingi hjá Heðin Zachariasen at bíða úti í kuldanum, tí so er hann longu tingmaður aftur mánadagin – ella so skjótt tingfundur verður aftan á mánadagin.
Men skal hendan kabalin hjá Fólkaflokkinum ganga upp, so hevur flokkurin brúk fyri Jørgen Niclasen í tingbólkinum. So kann Jørgen Niclasen ikki leggja frá sær. Tí um Jacob Vestergaard fer í landsstýrið – og Jørgen Niclasen sigur tingsessin frá sær, so er Annika Olsen aftur inni í Løgtinginum, og tað vil meirilutin í tingmanningini hjá Fólkaflokkinum neyvan.
Málið um tóma stólin í Fíggjarmálaráðnum kann soleiðis lættliga loysast við Jacob Vestergaard – um altso løgmaður bakkar og broytir støðu og loyvir Jacob Vestergaard aftur í landsstýrið. Ger løgmaður ikki tað, so er Fólkaflokkurin í trongum skóm – so trongum, at tað kann órógva løgmann og samgonguna so nógv, at løgmaður má bakka.
Soleiðis kann Fólkaflokkurin loysa annan stóra trupulleikan. Hin trupulleikin við formanninum bíðar so til næsta mánað. Tá fæst at síggja, um tað verður stríðsval um formanssessin við Jørgen Niclasen, ella um Jørgen Niclasen velur at leggja frá sær, og tingmanning og landsstýrismanning floksins semist um eitt valevni til formanssessin.
Og ja, hóast løgmaður nú bara hevur tveir mans eftir í bátinum, sum hann sjósetti fullveldisdagin 14. september í 2019, Jenis av Rana og Kaj Leo Holm Johannesen, so verður tað heldur ikki ein kvinna hesaferð – so slipslandsstýrið verður ikki órógvað.