Jacob Vestergaard má betala ella legga frá sær

Líka mikið hvat Jacob Vestergaard ger, sleppur hann ikki undan at bróta lógina

- Líka mikið, hvat Jacob Vestergaard ger, sleppur hann ikki undan at bróta lógina.

Tað staðfestir Sonja Jógvansdóttir í Samtaki, sum er samskipan ímillum Føroya Fiskimannafelag, Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag.

Men hon staðfestir samstundis, at syrgir hann ikki fyri, at fiskimenn og útróðrarmenn í stundini fáa minstulønina, teir hava rætt til, skal hann leggja frá sær.

Sonja Jógvansdóttir sigur, at talið á sjófólki, ið manglar at fáa útgoldið minstuløn veksur í stórum.

- Men sum tað hevur sæð út, ætlar landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum ikki at halda lógina um inntøkutrygd.


Brýtur lógina

Samtak hevur fingið eina løgfrøðiliga meting av støðuni og Sonja Jógvansdóttir sigur, at niðurstøðan er púra greið.

Og hon er, at líka mikið, hvat Jacob Vestergaard ger, sleppur hann ikki undan at bróta lógina.

Einasta valið hann hevur, er, hvørja lóg, hann vil bróta, um hann vil bróta lógina, sum gevur fiskimonnum rætt til minstaforvinning, ella lógina sum noktar honum at hava eina útreiðslu, sum Løgtingið ikki hevur játtað.

- Løgfrøðiliga er ongin munur á lógarbrotinum, tí bæði eru líka álvarsomm, sigur Sonja Jógvansdóttir

Hon sigur, at einasti munurin er, hvussu hart lógarbrotini raka.

- Vit undrast á, hví landsstýrismaðurin brýtur lógina um inntøkutrygd, tá ið hugsað verður um, hvussu stórar fíggjarligar avleiðingar hetta hevur fyri nógvar familjur.

Tá ið málið var til umrøðu í Løgtinginum, væntaðu tinglimir, at tað verður minst ein mánaði til málið er avgreitt.

- Hví landsstýrismaðurin hevur drála í hesum máli er óskilligt, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Hon sigur, at hann kundi fingið peningin til vega við einum fíggjarnevndarskjali sama dag, sum hann var uppi.

- Hann kundi eisini fingið peningin til vega fyrr í árinum, tí tað hevur leingi verið greitt, at játtanin fór ikki at halda.

Sonja Jógvansdóttir mælir sostatt landsstýrismanninum til at rinda peningin í stundini til tey sjófólk, sum eiga pening til góðar.

- Ella noyðist hann at leggja frá sær, tí tað eru óivað nógv góð fólk, ið kunna taka við eftir hann og sum høvdu raðfest øðrvísi, leggur hon afturat.

Les eisini greinina: Jacob Vestergaard kannast fyri lógarbrot