Jacob Larsen bjargaði Neistanum

Neistin tók í kvøld fyrsta fetið móti FM heitinum, tá teir koppaðu StÍF í fyrstu finaluni, sum var í høllini á Hálsi. Havnarfelagið vann 24-23, eftir hálvleiksleiðslu 18-13.

Teir bláu úr høvuðsstaðnum vóru væl omaná í fyrra hálvleiki, og so líðandi øktist munurin millum liðini. Tá farið varð til hálvleiks, var Neistin á odda við fimm málum, og lunnar vóru av álvara lagdar undir tryggan sigur.

Í seinna hálvleiki fór Neistin fullkomuliga í upploysn, meðan StÍF av álvara reistist aftur. Heimaliðið skoraði bara eina ferð fyrstu 14 minuttirnar eftir hvíldina, og tá Danni Syhler átta minuttir fyri tíð skoraði eftir snarálop, vóru gestirnir á odda við einum máli - 21-22.

Men stórbjargingar frá danska málverjanum, Jacob Larsen, høvdu við sær, at Neistin ressaðist við aftur. Í síðstu sekundunum vardi hann fyri roynd frá David Edvardsen, sum slapp leysur, og so var frøin stór á heimafjepparunum. Neistin vann 24-23, og nú kunnu neistamenn við sigri leygardagin á Skála rópa seg føroyameistarar.