Jacob djarvur og avkláraður

Enn hevur hann ikki endaliga ásett nakra eginkvotu fyri makrel í føroyskum sjógvi, men í páskavikuni kunnaði hann Felagið Nótaskip um tað, sum liggur í kortunum. Og tað, sum liggur í kortunum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, kann so sanniliga koma at fáa rættiliga stóran týdning fyri føroyska fiskiveiði í 2010

Onkur heldur kanska, at tað kann tykjast løgið at gera so nógv burturúr makreli í føroyskum sjógvi, sum Sosialurin hevur gjørt seinastu tíðina. Men vit halda ikki, at hetta er so undarligt kortini. Samlaða botnfiskaveiðan í føroyskum sjógvi liggur um 120.000 tons av fiski um árið. Í kortunum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, nú einki bendir á, at Føroyar fara at semjast við hini strandalondini um býtið av samlaðu makrelkvotuni fyri 2010, liggur, at hann fer at áseta Føroyum eina eginkvotu uppá 150.000 tons av makreli.
Hetta merkir, at føroyska makrelkvotan í ár væntandi fer at liggja omanfyri okkara samlaðu botnfiskaveiði, og hetta kann koma at fáa rættiliga stóran týdning fyri føroyska fiskiskipa-og framleiðsluvinnu.

Nótaskip bróðurpart
Ætlandi skuldu samráðingar verða millum strandalondini, Føroyar, Noreg og ES, í Reykjavík í hesi vikuni, men vegna trupulleikarnar í flogferðsluni, eru hesar samráðingar útsettar til 5. og 6. mai. Ísland, sum higartil ikki hevur verið beinleiðis partur í strandalandaavtaluni, hevur havt eygleiðarastøðu, og soleiðis hava fundirnir skift millum londini.
Um dagarnar hevur ljóðað, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum longu hevur gjørt av, at Føroyar ikki fara at undirskriva nakra avtalu um makrel fyri 2010, og at hann tískil longu hevur ásett, at føroyska eginkvotan í ár verður 150.000 tons av makreli.
Men soleiðis er ikki, sigur Jacob Vestergaard – ikki enn, leggur hann aftrat.
- Á fundi í páskavikuni kunnaði eg Felagið Nótaskip um tað, sum liggur í kortunum.
Men hvat liggur so í kortunum hjá landsstýrismanninum?
- Jú, tað liggur í kortunum, at eg fari at áseta okkum eina eginkvotu uppá 150.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi fyri 2010.
Spurdur, hvør sleppur at fiska allan henda makrelin, sigur landsstýrismaðurin, at tað hevur hann ikki tikið endaliga støðu til enn.
- Tað er tó greitt, at skipini, sum eru partur av Felagnum Nótaskip, fáa bróðurpartin av hesi nøgd, men síðan hava vit onnur pelagisk skip, sum onga makrelkvotu hava, og sum ivaleyst fara at fáa ein part. Haraftrat hugsi eg mær, at eitt nú partrolarar og lemmatrolarar sleppa at fiska nakað, umframt at smærri deksfør kunnu dyrgja eftir makreli, sum nógv hevur verið frammi um seinastu tíðina.
Jacob Vestergaard ætlar, at tey lutfalsliga fáu tonsini, sum bátar, ið gera seg út til dyrging, kunnu fiska, ikki verða roknaði upp í hesi 150.000 tonsini, sum verður føroyska eginkvotan.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað hevur skund hjá Føroyum at áseta sær sína egnu kvotu fyri 2010, tí makrelurin fer nú at koma í føroyskan sjógv og stendur væntandi her til út á heystið.
- Áseta vit okkara egnu kvotu, sleppa vit ikki at fiska makrel inni hjá Noregi og ES, og tí mugu vit taka stigið skjótt, so skipini kunnu fiska, meðan makrelurin enn er í føroyskum sjógvi, leggur hann aftrat.

Avleiðingar
Hvørjar kunnu so avleiðingarnar gerast, um Føroyar ikki vilja skriva undir strandalandaavtaluna og fara at áseta sær sína egnu makrelkvotu í ár?
- ES hevur hótt við at slíta alt fiskivinnusamstarv og møguliga at siga upp handilsavtalur millum londini. Men vit duga ikki at síggja, at spurningurin um býtið av makrelinum, har Noreg og ES kanna sær meginpartin av heildarkvotuni, hevur nakað við spurningin um aðrar avtalur millum londini at gera. So, hetta mugu vit taka, sum tað kemur, sigur Jacob Vestergaard.
Hann vísir á, at ein avleiðing í fiskiveiðisamstarvinum við ES kann gerast, at føroysku rækjuskipini missa síni veiðirættindi í Eysturgrønlandi.
- Ein onnur avleiðing kann eisini verða, at norðmenn, sum helst av góðum grundum hava hildið seg rímiliga kúrrar í seinastuni, fara at siga upp fiskiveiðiavtaluna annars. Hetta hevði merkt, at eitt nú føroysku flakatrolararnir missa veiðirættindini í norskum sjógvi í Barentshavinum, leggur landsstýrismaðurin aftrat.
At norðmenn kanska hava hildið seg kúrrari enn vanligt í seinastuni, kann vera, at makrelurin, sum nú rúgvast í føroyskum og íslendskum sjógvi í summarmánaðunum, líka sum er burtur í norskum sjógvi.
- Noreg og ES hava longu gjørt eina 10 ára avtalu millum partarnar um, hvussu prosentvísa býtið av makrelinum teirra millum skal vera. Tí ræður bara um hjá teimum at fáa ein so stóran part av heildarkvotuni sum tilber, so meiri verður í teirra part, sigur Jacob Vestergaard.

Avkláraður
Men hvat sigur so landsstýrismaðurin til alt hetta, og gevur tað honum ikki kaldar føtur?
- Nei, eg eri púra avkláraður um hesi viðurskifti, og eg ætli ikki at lata meg ræða í hesum máli, sum bæði eg og politikarar í flestu flokkum á tingi eru rættiliga samdir um. Vit halda ikki, at býtið av heildarkvotuni, har føroyski parturin er minni enn 5%, er rættvísur.
Jacob Vestergaard vísir á, at politisk semja er neyvan um, hvussu vit kunnu røkka einum betri úrsliti enn tí, vit hava í dag – og sum eingin er nøgdur við, hvørki politiski myndugleikin, ei heldur vinnan.
- Í kortunum liggur nú, at eg vegna Føroyar fari at áseta okkum eina eginkvotu á makreli fyri 2010 upp á 150.000 tons, endurtekur djarvi landsstýrismaðurin.
Jacob Vestergaard hevur áður sagt, at hóast Føroyar nú fara at taka málið í egnar hendur, halda samráðingarnar um býtið av makrelkvotuni millum strandalondini kortini fram.