Fylgdu tit við sjónvarpssendingunum um skattamálið hjá Betri?
Umframt ógvusligt rok í samfelagnum um hetta málið, so “endaði” skattamálið hjá Betri við, at tíðindaleiðarin í Kringvarpinum bleiv sagdur úr starvi og at málið varð meldað til fútan. Og har liggur tað enn.
Hevur tú lisið bókina “SVIK” hjá Jan Lamhauge? Bókin er sera løtt at lesa og ring at sleppa. Eftir at hava lisin bókina, var eg so skelkaður sum sjáldan áður. og eg kom at hugsa um orðini hjá Rógva Olavsyni, har hann ummælir bókina:
“Er tað veruliga soleiðis í Føroyum í dag? Og á ein hátt, sum fær okkum at hugsa um, hvussu nógv vit hava at missa, um vit sleppa kritiska journalistikkinum upp á fjall.“
Hvat kann ein vanligur borgari í Føroyum gera fyri at tað, sum fór fram í hesum málinum ikki endurtekur seg? Hvat við at savna saman undirskriftir, har heitt verður á fútan um at koma til eina niðurstøðu í skattamálinum hjá Betri, sum tænir okkara samfelag best.
Ja, eg veit... fútin skal gera tað sum rætt er. Men tað merkir ikki, at vit onnur einki skulu gera. Vit hava eisini eina rødd og eitt høvd at hugsa við. Vit hava eisini eina ábyrd at siga frá, tá magakenslan sigur okkum, at hetta vilja vit ikki finna okkum í.
Heldur tú, sum eg, at tað kundi loyst seg at savna undirskriftir, ikki fyri at “belæra” fútan, men fyri at gera vart við, at vit eru nøkur í føroyska samfelagnum, sum ikki ynskja, at eitt mál sum hetta skal feiast undir gólvteppið. Rættarsamfelagið er okkara ábyrgd.
Lat okkum geva tøgnmentanini í Føroyum eitt spark. Sig mær frá á Messanger ella á annan hátt, um tú stuðlar mínum hugskoti at savna inn undirskriftir.
Undirskriftirnar verða latnar fútanum beinleiðis. http://umsiting.in.fo/
“Spyr aldri um, hvat tey flestu halda! Mót rætt og sanning má einki valda. Tað ræður lítið um tungt og lætt, tað ræður meira um rangt og rætt” - Ivar Aasen
Kaj Olsen