Játtar seg sekan

Ein fyrrverandi bosniaserbiskur løgreglumaður kann vænta sær millum fimtan og tjúgu ára fongsulsrevsing, eftir at hann hevur viðgingið, at hann við til at beina fyri meiri enn 200 fólkum í 1992.

Darko Mrdja hevur verið fyri krígsbrotsmannadómstólinum í Haag. Har hevur hann alla tíðina hildið uppá, at hann er ósekur, men hósdagin broytti hann brádliga frágreiðing og viðgekk seg sekan. Afturfyri hevur ákæuvaldið gjørt av at sleppa einari ákæru um krígsbrotsverk ímóti mannaættini.

Darko Mrdja er ákærdur fyri at hava verið við til at drepa meiri enn 200 fólk, sum vórðu skotin í Bosnia í 1992. Roknað verður við, at sjálv revsingin verður ásett einaferð í heyst, og í Haag verður gitt, at fyrrverandi løgreglumaðurin fær millum fimtan og tjúgu ára fongsul fyri illgerðina.