Jósup fekk slangu um skrúvuna

Tað gongur ikki betri enn væl hjá fólki, sum ferðast um Skopunarfjørð í dag.

Tað gongur ikki betri enn væl hjá fólki, sum ferðast um Skopunarfjørð í dag.

 

Eftir at Teistin bar við land á Gomlurætt i gjárkvøldið, og nú er til umvælingar hjá skipasmiðjuni Mest í Havn, hevur Jósup í dag røkt siglingina um Skopunarfjørð.

 

Strandfaraskip Landsins hava júst boðað frá, at vegna tekniskar trupulleikar verða túrarnir úr Skopun í dag klokkan 14 og av Gomlurætt út í Hest klokkan 14.30 ikki sigldir.

 

Hinvegin verður tað Ternan, sum seinni í dag kemur at loysa Teistan og Jósup av á leiðini um Skopunarfjørð, og fyrsti túrur hjá Ternuni verður av Gomlurætt klokkan 15.50.

 

Fólk, sum hava bíðað á bryggjuni í Skopun eftir rutuni klokkan 14, siga, at Jósup hevur fingið um skrúvuna og liggur framvegis í Skopun.

 

- Ein plastikslanga hongur aftur úr Jósupi og soleiðis, sum manningin hevur greitt frá, fer kavari hvørja løtu niður at royna at loysa trupulleikan, verður sagt úr Skopun.

 

Dagført: Tað seinasta, In.fo hevur frætt, er, at Jósup umleið klokkan 14.40 loysti í Skopun og er nú á veg á Gomlurætt við ferðafólki, sum í tolni hava bíðað á bryggjuni í Skopun.