- Tá eg hyggi aftur, so er tað ræðuliga vemmiligt at hugsa, hvussu lítið tamarhald eg hevði á mínum tonkum.
Soleiðis sigur 23 ára gamla Jórunn Davidsen, sum um nakar veit, at tað væl ber til at koma burtur úr tunglyndi og síggja ljósið aftur.
Hevði ikki følt gleði leingi
Í nógvar mánaðir var hon innløgd á psykiatisku deild í Danmark. Líkamikið hvussu nógv læknarnir og onnur royndu, so var einki, sum fekk smílið fram á Jórunn. Men so ein dagin sá hon eina mynd av einum hundi - einum fronskum bulldoggi.
- Tað tendraði onkursvegna ein neista inni í mær, tá eg sá hendan hundin. Eg bleiv so bilsin av hesari kensluni, tí tað var so langt síðani, eg hevði følt gleði, greiðir Jórunn Davidsen frá.
- Eg fór at gráta og hugsaði bara, at eg vildi hava ein hund. Eg segði við meg sjálva, at um tað ikki riggar at fáa ein hund, so vildi eg heldur bara doyggja.
Tað endaði við, at Jórunn fekk sær ein lítlan fittan hundahvølp, sum hon kallaði Sisu. Hvølpurin hevði so mikið stóra ávirkan á sálarligu heilsu hennara, at Jórunn endiliga fann stevið aftur aftaná langa tíð í svarta holinum.
Les alla samrøðuna við Jórunn Davidsen í nýggjasta Vikuskiftis Sosialinum, har stórt tema er um fólkasjúkurnar tunglyndi og angist. Eisini ber til at lesa talgildu útgávuna HER.