Men soleiðis eru politisku spælireglarnar bara ikki.
Jørgen Niclasen og hansara stuðlar hava nú telvað so mikið væl, at Jørgen heldur fram sum formaður. Nú ber væl til at vera formaður – og landsstýrismaður!
Jacob Vestergaard tapti. Jørgen Niclasen situr á týdningarmesta landsstýrissessinum, og Annika Olsen er send út í Almannaráðið at brenna út. Har hevur hon ongan livandi kjans – og hvussu í allari víðastu verð skal ein sosialministari blíva formaður í Fólkaflokkinum? Tað er ein andsøgn í sær sjálvum.
So tá avgerðin verður tikin í næstu viku, so stendur Jørgen Niclasen eftir sum tann sterki maðurin.
20 ár í politikki hava brýnt politiska revin úr Sørvági. Hann hevur vunnið valdið aftur, hann hevur vunnið við flatskattinum og pensjónsskattingini. Gott nokk er tað flóvisligt hjá Fólkaflokkinum at fara til Danmarkar at bidda pengar, men hesin politiski ótrúðskapur er uttan iva ein liður í politisku telvingini:
Jørgen er fullvísur í, at stjórnin biður hann reisa og renna, tá hann kemur við biddaraboðunum frá Kaj Leo. Tá hevur Jørgen hildið sín part – og fingið sín part: Flatskattin og formanssessin!