Jørgen Poulsen stillar ikki uppaftur

Jørgen Poulsen, sum varð valdur í Fólkatingið fyri tveimum árum síðani, sigur nú, at hetta verður hansara valskeið í Fólkatinginum. Jørgen Poulsen bleiv valdur í Fólkatingið fyri Ny Alliance, men áhaldandi ósemja í tí tingbólkinum gjørdi, at hann fór upp í tingbólin hjá Teimum Radikalu. Men hann ætlar sær ikki at verða verandi.

-Eg dugi ikki at síggja, at tað tænir nøkrum endamáli, at eg stilli uppaftur, sigur Jørgen Poulsen við Ritzau. Hann leggur afturat, at eftir hansara tykki eiga Tey Radikalu at leggja seg meiri eftir at fáa ungar kreftir framat.

Áðrenn Jørgen Poulsen bleiv fólkatingsmaður, var hann fyrst eitt kent andlit og ein kend rødd hjá DR og seinni aðalskrivari í danska Reyða Krossi.