Jørgen Niclasen fær 14 dagar at svara

Tunfiskaloyvini undir Føroyum eru blivin eitt heitt politiskt epli og nú er landsstýrismálanevndin farin at kanna málið

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er nú biðin um at svara nøkrum spurningum um tey loyvi, sum verða latin til at fiska tunfisk undir Føroyum.

Tað er landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum, sum er farin at kanna málið, og í tí sambandi hevur hon sett fiskimálaráðharranum nakrar spurningar og sum hann hevur fingið 14 dagar at svara í.

Tað var í sambandi við ein fyrispurning í løgtinginum frá frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann um tunfiskaloyvi, at tað varð heitt á landsstýrismálanevndina um at kanna málið. Harumframt varð spurningurin um tunfiskaloyvini undir Føroyum eisini viðgjørdur í einum orðaskiftið í tinginum tann 16. februar í sambandi við ein munnligan fyrispurning frá Tórbirni Jacobsen til Jørgen Niclasen. Landsstýrismálanevndin hevði málið til viðgerðar á fundi fríggjadagin.

Og á tí fundinum varð gjørt av, at nevndin skuldi útvega sær fleiri upplýsingar, áðrenn støða kann verða tikin til, um farast skal víðari við málinum.

Og tað er í hesum sambandi, at nevndin hevur heitt á landsstýrismannin um at svara nøkrum spurningum.

Harumframt hevur nevndin biðið um at fáa fult innlit í øll skjøl í málinum, m.a. innlit í tær einstøku umsóknirnar og tey einstøku loyvini.

Spurningarnir, sum nevndin hevur sett landsstýrismanninum, eru hesir:

1) Verða royndarloyvi latin eftir umsókn, og hvussu verður kunnað um, at áhugað kunnu søkja?

2) Tá ið royndarloyvi verða latin japanskum skipum, hvør er tað tá, sum søkir um loyvini, er tað tað japanska skipið ella umboðið í Føroyum. Og um tað er umboðið í Føroyum, hvørji krøv verða tá sett til umsóknina, og hvørjar treytir verða settar fyri loyvinum?

3)Er tað eitt samstarv millum føroyskar myndugleikar og japanskar myndugleikar, sum skapar grundarlag fyri støðutakanini til, hvørji japansk skip fáa loyvi, ella eru tað einstaklingar ella feløg í Føroyum sum taka samband við eitt tilvildarligt japanskt skip, og í so føri verður royndarloyvið givið áðrenn ella aftaná, at tað japanska skipið er komið inn í myndina?

4) Eru treytir t.d. settar um, at loyvið ikki kann seljast til japanska skipið, ella vera treytað av samsýning annars?

5) Eru treytir settar um, at umsitingin skal hava avrit av tí avtaluni, sum gjørd er/verður millum føroyska umboðið og japanska skipið, og í so føri, kann landsstýrismálanevndin fáa innlit í hesar avtalur?

6) Hvørji viðurskifti verður mett um, tá støða skal takast til, um ein umsøkjari skal fáa eitt royndarloyvi?

7) Hevur nakar umsøkjari fingið avslag?

8) Til sammetingar, hvussu er skipanin við øðrum fiskiloyvum, hvat viðvíkur omanfyristandandi spurningum?in støðg uppá eitt ár. 1989 var tí eitt Iron Maiden frítt ár.

Bruce Dickinson nýtti høvið hetta árið at útgeva ein soloplátu, Tatooed Millonaire er heitið á hesari, sum fekk fína móttøku. Eisini Adrian Smith royndi seg sum solist, eftir at hann var farin burtur úr Iron Maiden. A.S.A.P ella Adrian Smith And Project komu sama árið við útgávuni Silver & Gold, og kanska er tað onkur sum minnist heitislagið, sum av og á var at hoyra.

Við nýggja guitarleikaranum Jannick Gers fóru Iron Maiden aftur í upptøkuhølini í 1990. Úrslitið av hesum upptøkum fekk navnið No Prayer For The Dying, og var ein afturvendan til gamla Iron Maiden stílin.


Exit Bruce Dickinson

Í 1992 kom so seinasta studioútgávan við Bruce Dickinson sum sangara, um sæð verður burtur frá Brave New World, ið hevur fáar dagar á baki. Fear Of The Dark er heitið á útgávuni, sum inniheldur 12 løg av skiftandi góðsku. Tað er eingin loyna, at tíðin um hetta mundið álvorliga var um at fara frá Iron Maiden, og tí galloperandi arbeiðararokkinum, sum teir líka síðani stovnanina hava hildið fast um.

Móttøkan av plátuni í Onglandi var hóast hetta rættuliga góð. Hon streyk beinleiðis inn á eitt fyrstapláss á sølulistunum. Ummælarar vóru hinvegin ikki ovurfegnir, og onkrir av teimum vóru eisini rættiliga náðileysir, tá teir skuldu fella dóm yvir útgávuna. Sum sagt, so var hetta svanasangurin hjá Bruce Dickinson í leiklutinum sum oddamaður í Iron Maiden. Aftana at hann hevði tikið seg úr bólkinum, segði hann alment, at hann metti at tíðin var farin frá Iron Maiden, og varð hetta av mongum skilt sum ein ábending til hinar limirnar í bólkinum um at tíðin var komin til at leggja árarnar inn, áðrenn tað seinasta av tí virðing í framvegis var millum manna skuldi hvørva

Eftir at Fear Of The Dark var útkomin fóru Iron Maiden á eina umfatandi farvæl konsertferð við Bruce Dickinson, eitt nú vóru teir eitt av høvuðsnøvnunum á tí árliga afturvendandi tiltakinum, Monsters Of Rock, sum verður hildið við Castle Donnington í Onglandi. Henda konsertferðin var væl vitjað. Nógvir av trúgvu Iron Maiden fjepparunum vildu nýta høvið at hoyra Bruce Dickinson eina seinastu ferð. Eisini úr Føroyum fór fitt av fólki við Smyrli til Skotlands á konsert við bólkinum.


Enter Blaze Bayley

Eftir at Bruce Dickinson var farin burtur úr Iron Maiden, fingu hinir limirnir ein nýggjan sangara upp í bólkin. Blaze Bailey, varð maðurin sum skuldi ganga í fótasporum Bruce Dickinsons. Orøkin til at valið júst fall á Blaze Bailey var, at Iron Maiden hevði verið á konsertferð saman við gamla bólkinum hjá Blaze Bailey, sum nevndist Wolfsbane. Wolfsbane blivu í 1990 spáddir eina stóra framtíð, tá teir góvu út fløguna Down Fall The Good Guys, men hetta bleiv kortini ongantíð til tað stóra.

Tvær útgávur bleiv tað til við Blaze Bailey sum sangara. Tann fyrra, The X Factor, kom út í 1995, og tann seinna, Virtual XI, kom í 1998. Hvørgin av hesum útgávum megnaði at sannføra fólk um at tað var eitt lív eftir Bruce Dickinson. Endin var tískil at Blaze Bailey fekk durafjórðingin aftur.


The Beast Is Back

Í 1999 hendi so tað sum nógv høvdu droymt um. Bæði Bruce Dickinson og Adrian Smith komu upp í bólkin aftur. Við trimum guitaristum, og Bruce Dickinson á odda, fóru Iron Maiden á eina útselda konsertferð í USA.

Fyri fáum døgum síðani kom so útgávan sum skal prógva at Iron Maiden framvegis kunnu kalla seg heimsins besta tungmálmsbólk. Brave New World er heitið á útgávuni, tikið frá bókini hjá Huxley við sama navni. Henda fløga er líka trúgv móti upprunanunum, sum ein muslimur móti koranini. Iron Maiden gera á hesi útgávuni tað teir duga best, nevniliga at spæla Iron Maiden. Einasta broyting í ljóðmyndini er at tað hevur eydnast framleiðaranum, Kevin Shirley, at framganda eitt trummuljóð, sum veruliga vil nakað. Vanligt trummuljóð hevur verið ein trupulleiki hjá Iron Maiden líka frá fyrsta degi.

Spennandi verður at hoyra um Iron Maiden, við sterkastu manning, megna at halda skútuni flótandi nú vit eru farin inn í eitt

nýtt ártúsund, har rapp og rennifjala punk, eru ráðandi kreftirnar á alltjóða tónleikapallinum. Respekt!