Jónvør nýggjur aðalskrivari í MEGD

Hon avloysir Ásu Olsen, ið hevur røkt starvið í seks ár

Jónvør Christiansen er nýggjur aðalskrivari í MEGD. Tað skrivar felagið á heimasíðu síni. Nýggi aðalskrivarin tekur við starvinum 1. september og kemur úr einum starvi sum dygdarmennari í Heilsu- og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.


- Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvar royndir bæði sum leiðari og verkætlanarleiðari. Eisini hevur hon seinastu árini eftirútbúgvið seg. Í virkna arbeiðs- og lestrarlívi sínum hevur Jónvør vunnið sær breiðan fakførleika og praktiskar royndir á viðkomandi økjum og hevur eisini royndir at seta fyriskipanir í verki. Jónvør hevur seinastu árini arbeitt við Dygd og Menning í Tórshavnar kommunu, skrivar MEGD á heimasíðuni.


Jónvør Christiansen tekur sostatt við starvinum eftir Ásu Olsen, ið hevur røkt starvið seinastu seks árini. Á heimasíðuni takkar felagið fráfarna aðalskrivaranum fyri hennara framfýsni, dugnasemi og nærlagni í starvinum.


- Serliga er tað arbeiðið við skuggafrágreiðingini til ST, sum fylti nógv frá fyrsta degi. Her setti Ása skjótt út í kortið og var ikki bangin fyri at taka við avbjóðingini. Úrslit sást týðiliga í niðurstøðunum, sum seinni vórðu sendar Føroya Landsstýri. Ása hevur eisini verið ein dyggur viðspælari hjá politiska myndugleikanum, sum í fleiri umførum hevur víst henni álit. Hetta hevur verið við til, at MEGD hevur sæð batar á fleiri økjum í samfelagnum, skrivar felagið um fráfarna aðalskrivaran, skrivar MEGD.