Jónas og teir vunnu aftur

Í kvøld vóru Jónas þór Næs og liðfelagar hansara í Vali á Akranesi og spældu landskappingardyst ímóti ÍA. Valur hevði øll trý stigini við sær í tunnilin undir Hvalfirði. Úrslitið var sannførandi 3-1 sigur. Tað var ikki fyrrenn í síðsta minutti, at heimaliðið minkaði um munin.

 

Jónas þór Næs var aftur í kvøld á vongverjanum í høgru, og har var avrikið gott. Tá ið tað restaði ein lítil løta, sá Jónas gula kortið fyri fríspark á miðjum vølli.

 

Nú annað umfar er liðugt spælt, eru tað fýra feløg, sum framvegis eiga fulla útøku. Tey eru ÍBV, FH, Valur og KR.

 

Fýra feløg hava ikki vunnið nakað stig. Millum hesi er Víkingur í Ólavsvík, sum Karl Løkin er partur av. Sunnudagin tapti liðið 3.2 á útivølli ímóti Stjarnuni. Karl Løkin var á beinkinum alla tíðina.

 

Hóskvøldið fær Valur vitjan av grannunum í Fram, og tá fáa teir í Ólavsvík vitjan av Keflavík.