Triðja dystin á rað tapti Frem í donsku 1. deild í gjár. Liðið vitjaði í Vejle, og heimaliðið fekk bæði málini, sum komu í dystinum. Frem manglaði onkrar av sínum stuðulsspælarum til dystin, men Jónas Tór Næss var við sum vanligt. Hann spældi allan dystin á høgra bakki, meðan hinir báðir føroysku spælararnir í felagnum ikki komu á vøllin.