Hann breyt beinið á ólavsøku í fjør og sat uttan fyri í eitt ár.
Royndi Jugoslav Djumic og ungi Kristian Dulavík hava verið skaddir higartil í hesum kappingarárinum, og tí hevur Jón Ludvík fingið møguleikan.
– Eg havi staðið í skugganum av Jugoslav Djumic, og tá eg byrjaði at venja í summar, hugsaði eg fremst av øllum, um beinið fór at halda. Tað gjørdi tað. Eg hevði ikki væntað at fingið so nógva tíð á vøllinum beinanvegin, men tá bæði Kristian Dulavík og Jugoslav Djumic vóru skaddir, kundi venjarin bara velja meg, sigur Jón Ludvík við heimasíðuna hjá Neistanum og ásannar, at støðan fer at broytast, nú Kristian Dulavík og Jugoslav Djumic eru við í hópinum til heimadystin móti Team Klaksvík.
Dysturin verður sunnudagin klokkan 16.00 í høllini á Hálsi.