Jón Rói á vøllin í Ísrael

Klokkan trý korter til átta í kvøld verður møguleiki at síggja føroyska landsliðsspælaran Jón Róa Jacobsen í altjóða avbjóðing, sum verður varpað á TV3+.

AaB fer í kvøld at spæla síðstu ferð í UEFA Cup bólkaumfarinum. Mótstøðuliðið er Hapoel Tel Aviv, og fyrsta bríkslið á Bloomfield Stadium verður klokkan 19.45.

Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen hava ikki spælt nógv á besta liðnum hjá AaB í heyst. Nógvir skaðar hava plágað AaB undan síðsta dystinum í hesum árinum.

Báðir teir føroysku landsliðsspælararnir í AaB vóru í ferðalagnum til Ísrael í fyrradagin, og nú er greitt, at Jón Rói verður í miðverjuni, og at Súni Olsen verður millum teir seks, sum fara at sita á beinkinum.

AaB hevur ongan møguleika at spæla seg víðari í kappingini. Hapoel Tel Aviv hevur framvegis møguleika at halda fram í kappingini. Í fyrsta lagi er neyðugt hjá teimum við fullari úrtøku í kvøld, og so valdast tað eisini, hvussu úrslitini verða í uppgerðini millum Anderlecht og Getafe.