Jón Rói slapp við hvøkkinum

Á miðdegi fríggjadagin var føroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen hjá lækna, har hann fekk at vita, at skaðin, ið hann fekk undir dysti fyri AaB, ikki var so álvarsligur, sum onkur stúrdi fyri.

Tað eru bert nøkur fá ár síðani, at Jón Rói, sum tá var í Brøndby, fekk ein álvarsligan krossbandsskaða, sum helt honum burturi frá fótbóltinum í okkurt um eitt ár. Fleiri bóru ótta fyri, at tað var sami skaði, ið Jón Rói fekk undir venjingardysti, tá ið nýggja felagið hjá honum, AaB, var á venjingarlegu í Turkalandi, men so var ikki.
Boðini frá læknanum í dag vóru tey, at talan er um eina veskusamling, sum fer at forða honum í at spæla í okkurt um ein mánað. Harmiligt fyri føroyska spælaran, men tað hevði kunna verið verri.