Danmark
Nýggi føroyski spælarin í superliguni, Jón Rói Jacobsen, slapp alt fyri eitt at royna seg í nýggja felagi sínum.
Fríggjadagin var hann við í Danmarkarflogfarinum, tá leiðin gekk til Brøndby, og longu dagin eftir var hann við í hópinum, tá Brøndby leikti venjingardyst móti Skjold, sum er á fjórða plássinum í næstbnestu donsku deildini.
Brøndby vann dystin 3-0 við trimum málum frá Peter Foldgast, men úr einum føroyskum sjónarhornið var stuttligasta staðfestingin helst, at Jón Rói longu nú slapp at royna seg í dysti.
Ivaleyst var tað ein fyrimunur fyri føroyska landsliðsmannin, at talan var um graslíki, og hóast hann ikki hevði so nógv at gera í verjupartinum, so var talan eftir dystin um rósandi orð frá Michael Laudrup.
- Nú var verjan hjá okkum ikki undir nøkrum serligum trýsti, men hann (jón Rói, blðm.) kom væl frá uppgávuni, og tað er sjónligt, at hann hevur gjørt nógv við venjingina í vetrarsteðginum, vóru boðini frá Michael Laudrup.