Jón Rói ikki við mikudagin

Próvtøkur standa á skránni, og tí noyddist verjuálitið aftur til Danmarkar sunnudagin

Avboð

- Eg noyðist at raðfesta skúlan hægri enn fótbóltin. Soleiðis er tað bara, staðfestir ein harmur Jón Rói Jacobsen, sum altso ikki verður partur av føroyska liðnum, sum mikudagin fer á vøllin móti Írlandi.
Jón Rói er í løtuni í ferð við at taka HF, og próvtøkuskráin her hevði við sær, at hann longu undan ferðina til Føroya gav boð um, at hann bert var tøkur til fyrra dystin hesaferð.
- Talan er um próvtøkur bæði mána- og týsdag, so har ikki so nógv at gera. Í morgin fari eg við flogfarinum niður, og so standa próvtøkurnar á skránni, staðfesti Jón Rói eftir dystin leygardagin.
Alternativini
Spurningurin er so, hvørjar aðrar møguleikar Henrik Larsen hevur til miðverjuna, sum annars mest sum hvørja ferð hevur verið sett saman av Jón Róa Jacobsen og Óla Johannesen tað tíðina, sum Henrik Larsen hevur verið landsliðsvenjari.
Onkra einstaka ferðina áður hevur verið neyðugt við broytingum, og tá hava avloysararnir verið Pól Thorsteinsson og Jóhannis Joensen, men hvørgin teirra er við í hópinum hesaferð.
Mest sannlíkt tykist vera, at Atli Danielsen verður fluttur av miðvøllinum, soleiðis at rúm kann finnast fyri Julian Johnsson. So er spurningurin bara, um klaksvíkingurin verður fluttur beint í miðverjuna, ella um tað kanska verður Johan Byrial Hansen, sum verður settur í verjuna, meðan Atli so kann verða settur á høgra bakk.