Fótbóltur
Úrslitið var ljótt, tá ið AaB, sum hevur tveir føroyingar á lønarlistanum, í gjárkvøldið var í Randers. Heimaliðið vann 5-0 eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Alt vendi skeiva vegin hjá AaB, sum misti annan av miðverjunum og liðformannin, tá ið bara ein minuttur var farin. Reyða kortið varð tikið úr reyvalummanum, tí Danny Califf hevði nýtt neyðbremsuna.
Reyða kortið ber við sær, at plássið í miðverjuni stendur opið fyri Jón Róa Jacobsen, tá ið AaB sunnudagin fer at spæla í Horsens. At Jón Rói Jacobsen ikki var við í gjárkvøldið og sunnukvøldið, tá ið AaB vann seg úr Intertoto og í UEFA, er ikki orsaka av, at venjarin hevur vigað føroyska landsliðsspælaran og funnið hann at vera ov lættan.
Jón Rói hevur ikki verið førur fyri at spæla seinastu dagarnar. Í fyrsta landskappingardystinum í nýggja kappingarárinum var Jón Rói ógvuliga stinnur, tá ið AaB spældi 1-1 á heimavølli ímóti FCK. Í tí uppgerðini koykti føroyingurin fótin. Hann spældi tó dystin á tamb, og hann var ímillum teir stinnastu. Men síðani hevur Jón Rói ikki verið førur fyri at venja við fullari ferð. Tí hevur hann ikki spælt tvær tær seinastu ferðirnar.
Í dag fór Jón Rói aftur at venja saman við hinum, og tað er einki at ivast í, at tað er brúk fyri honum.
Skelkur
Úrslitið í gjárkvøldið var stórur skelkur fyri AaB. Bronsuvinnararnir frá síðsta kappingarárið hava staðið seg væl seinastu tíðina, og teir hava ikki tapt fimm tær seinastu ferðirnar.
Randers hevur, síðani teir fyri tveimum árum síðani vunnu seg í superliguna, verið roknað millum evnini at flyta niður. Nú eru teir oddalið við níggju stigum og harvið fullum stigatali, meðan AaB, sum hevur spælt tvær ferðir, meðan flestu av hinum hava spælt tríggjar ferðir, bara hevur eitt stig.
Svenski AaB venjarin, Erik Hamrén, skýrdi í gjárkvøldið ferðina til Randers at vera sanna marru. Hann var illa nøgdur við liðið bæði í verju og álopi. At fýra av málunum vórðu skorað eftir innlegg í brotsteigin, helt hann vera merkisvert. At liðið var undirmannað mest sum alla tíðina kundi ikki nýtast sum einvís undanførsla.
Súni Olsen var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá AaB. Súni varð settur á vøllin beinanvegin eftir steðgin, men tá var ballið longu buðið hjá AaB, sum legði rygg til púra óvæntað stórtap.
Mynd: Randers-AaB
Mynd: Polfoto