Jón Rói er helst tøkur

Jón Rói Jacobsen, sum keikti sær fótin í farnu viku, hevur verið størsta ivamálið í føroyska hópinum undan EM-dystinum ímóti Litava mikukvøldið.

Líkt er tó til, at verjuspælarin nú verður tøkur. Meðan liðfelagarnir venja í morgun, rennur Jón Rói fyri seg sjálvan, og so verður við viðgerðum roynt at fáa spælaran heilt kláran til mikukvøldið.

 

Føroyski hópurin kom annars til Vilnius við flogfari úr Danmark um 18-tíðína í gjár. Síðani varð koyrt til Kaunas, har landsliðið býr á sama hotelli, sum teir búðu á, tá Føroyar í 2002 spældu útidyst móti Litava.