Jón heldur fram sum venjari hjá ÍF

Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Jón Simonsen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá besta liðið hjá ÍF. Jón var fyrstu ferð venjari hjá ÍF í fjør, tá hann tók sær av næstbesta liðnum. Hetta eydnaðist somikið væl, at hann gjørdist hjálparvenjari hjá Petur Simonsen í ár. Tá Petur fór úr starvinum í summarsteðginum gjørdist Jón høvuðsvenjari felagsins. Afturat sær hevði hann Símun Eliasen, men hann verður ikki undir liðuni á Jón komandi ár, tí Símun hevur júst skrivað undir sáttmála við EB/Streym. Sáttmálin hjá Jón er galdandi fyri kappingarárið 2007.