Føroysk Miðlafólk ? fakfelagið hjá føroyskum blaðfólkum - stuðla Jón Briani Hvidtfeldt og krøvum hansara mótvegis Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra.
Í eini almennari fráboðan í kvøld boða Føroysk Miðlafólk frá, at tey stuðla frákoyrda tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, Jón Briani Hvidtfeldt. Felagið sigur soleiðis í fráboðanini:
»Stutt fyri nýggjár fekk Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya og fakfelagslimur í Føroysk Miðlafólk, ætlanarskriv um uppsøgn.
Allar vanligar mannagongdir í hesum sambandi, eitt nú viðvíkjandi ávaringum, eru lopnar um í hesum máli. Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast. Grundgevingarnar fyri uppsøgnini eru eisini, eftir fatanini hjá Føroyskum Miðlafólkum, púra burturvið og eru at fata sum eitt álop á royndina at verja tey journalistisku virðini og arbeiðshættirnir á ábyrgdarfullan hátt.
Fyri ikki at skaða málsgongdina, fara vit ikki at viðgera smálutir hesum viðvíkjandi alment, men vilja bert gera greitt, at Føroysk Miðlafólk av fullum huga stuðla Jón Briani Hvidfeldt í hesum máli og hansara kravi um afturtøku av ætlanarskrivinum um uppsøgn.
Somuleiðis rindar Føroysk Miðlafólk fyri løgfrøðiligan stuðul og aðra serkøna hjálp, Jón Briani Hvidtfeldt tørvar í hesum máli.«