Jólini - fylling tíðarinnar

“Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg, til tess at hann kundi keypa tey leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu fáa sonarættin” (Galatarabrævið, 4,4-5)

Jólini munnu vera tann hátíðin í kirkjuárinum, sum savnar mest fólk. Øll royna eftir førimuni at gera tað so hugnaligt sum yvirhøvur gjørligt. Haraftrat verða fólk so sera gávumild, prýða við ymiskum jólaprýði og serliga jólaperurnar í ymiskum litum, sum seta sín serliga dám á, bæði innan- og uttandura.

Alt hetta ger, at vit verða í serligum jólahýri. Men hvussu er við Jesus-barninum? Verður tað fjónað í øllum jólastákinum? Hetta er tann stóri og brennandi spurningurin.

Gud sendi jú Sonin í heimin fyri at frelsa okkum syndarar sum vóru rikin úr Edens aldingarði við syndafallinum, hin dapra dagin á sinni. Hetta má verða tað sum er altavgerandi við jólahaldum okkara. Hetta má hvør einstakur kanna hjá sær sjálvum, sum tað stendur skrivað: “Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” (Sálmur 139,24-25).

So fari eg at ynskja øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár í Jesu navni, við tøkk fyri árið sum skjótt er útrunnið.




fyri seg



Jólasálmur

yrktur til jólini 2010


(Lag: Nú ringja klokkur)

Eitt barn er føtt í Dávids stað,

tí eru øll so glað í dag;

tí Jesus Kristus føddur er,

tey tíðindi ein eingil ber.


Tað sótu hirðar seyðum hjá,

tá boðar eingil teimum frá;

ein frelsari nú føddur er,

hann, sum alheimsins syndir ber.


Ein stjørna lýsti fjósi á,

har Jesus-barnið sæla lá;

tá sungu einglar jólalag,

um hann ið mannabørn ger glað.


Í dag vit halda kristin jól,

nú Jesus er vár náðarsól;

hann føddur var til pínslu, deyð,

og bjargar oss úr synd og neyð.


Kom haldi andi, ver oss hjá,

so frelsu sína vit øll sjá;

sum ætlað er til hvørja tjóð,

tí syngja vit øll glað og fró.


Vár jólagestur, Jesus, ver,

so øll tín sæla sáttargerð;

sum fram var har á Golgata,

tí syngja vit halleluja.


Kjartan Stakksund



mynd


SPURNINGUR

- Hvussu er við Jesus-barninum? Verður tað fjónað í øllum jólastákinum? Hetta er tann stóri og brennandi spurningurin, sigur Kjartan Stakksund av Eiði