Jólatræið ímyndar ta ævigu vónina

- Aftur í ár hava vit fingið eitt vakurt og stórt jólatræ ? sum ímyndar ta ævigu vónina ? sum er sett upp mitt í býnum. Tá ljósini eru tendrað, sæst tað um alla bygdina og eigur at minna okkum á, at jólini eru í hondum, høgtíðin ið gav menniskjanum ævileikans virðir segði Signar á Brúnni, fyrrverandi landsstýrismaður, tá jólatrøini vórðu tendrað í í Fuglafirði, á kambsdali og á Hellunum. Á Hellunum varð løtan hildin í "Bønhúsinum, har Hellufólk høvdu borðreitt við heimabakaðum køkum.

Signar á Brúnni
??????????????

Góðu fuglfirðingar!
Góðu kambsdalsbúgvar!
Góðu hellufólk!

Henda árstíðin er helst tann, ið tyngst er at koma ígjøgnum ? dagarnir eru stuttir, myrkrið hevur fingið størri part av samdøgrinum, enn aðrar tíðir. Hóast hetta, so er júst desember mánaðin nakað heilt fyri seg ? hann er mánaðurin, ið skilir seg frá øllum øðrum, ikki einans fyri børnini, men fyri okkum øll.
Jólini verða hildin, tí frelsarin kom í heimin ? ævinleikans virðið varð latið menniskjanum ? ein hending hvørt mansbarn veit um í Føroyum, tí heimið ? foreldur - hava lagt hetta niður í børn síni.
Og nógv verður gjørt burturúr, tá ið talan er um at hátíðarhalda hesa høgtíð. Onga aðra tíð uppliva vit slíka stákan, sum júst hesa tíð og ongantíð síggja vit so nógv ljós, sum hesa tíðina og ongantíð sýna vit so nógvan kærleika og umsorgan fyri hvørjum øðrum, sum júst í hesum døgum ? og alt hetta kunnu vit fegnast um.
Tosa vit við eldri fólk um jólahald fyrr, ella vit kaga í bøkur, ið umrøða jólahald, so gáa vit skjótt eftir, at hugburðurin til jólini, hevur verið so at siga tann sami í mong Harrans ár. Hóast vælferðin ikki var tann stóra, so funnust útvegir fyri at skapa jólahugna ? fyrst og fremst fyri børnunum.
Í bókini »Sær er siður á landi«, nemur Rasmus á Háskúlanum við jólahaldið í Føroyum, ið varð hildið fyri einum áttati árum síðani ? áhugaverdur lestur. Tá, eins og nú, var fyrri jóladagurin tann andaligir dagurin, t.e. hann var høvuðsdagurin, tá øll, ið krúpa kundu, leitaðu sær í kirkjuna at lýða á Guðs orðið ? á gleðiboðskapin og at syngja vøkru kirkjusálmarnar, ið tá vórðu nýttir.
Rasmus á Háskúlanum skrivar soleiðis í bók síni· Sterkur og innarligur ljóðaði songurin í kirkjuni eitt tílíkt kvøld. Var hann ikki so tónareinur sum nú, tá tey hava urguspælið at styðja seg til, so vann hann mikið í hinum persónliga og hjartaliga dámi, sum yvir honum var.
1. jólakvøld varð hvørki dansur ella kortspæl havt fyri, og um onkur hevði fingið nóg so væl upp í høvdið, royndi hann at ganga so stillisliga undir kenningini, sum møguligt var.
Virðingin fyri jólunum, vórðu víst á ymiskan hátt. M.a. varð nógv gjørt fyri at geva børnum og umgum nýggj klædnapløgg henda dagin. Eisini eldri, ið kanska ikki nýttu tey føroysku klæðini, vóru í nýggjum.
Roykstovan, ja húsini øll vórðu vaskaði, so tað skein av hvørjum spreki.
Annar jóladagur var øðrvísi, tá átti tað verðsliga størri part. Tá varð dansað og kvøðið, og ikki sørt varð drukkið eisini. Gingið varð inn á gólvið hjá hvørjum øðrum, og blíðskapurin var stórur allastaðni.
Rasmus sigur soleiðis í einum broti: Eitt slík jólakvøld, tá dansistovan var so passaliga full, og nógv av tí eldra fólkinum var komið í dans, kom hin forni føroyski dansurin til sín fulla rætt, tí nú varð dansað av álvara og kvøðið við góðum skili og lag. Nú livdi fólkið við og legði alla sína sál í stevið og innihaldið í tí, sum kvøðið varð, hvørt tað vóru kvæðir ella kempuvísur. Hetta var eitt samljóð av tí, sum var hin andaliga samogn hjá føroyafólki, ið her opinberaði seg.
Her fingu tær einstøku mannasálirnar útloyst tað í innarligum samljóði, sum tær dagliga høvdu innanfyri, men ikki vóru førar fyri at málbera í orðum. Dansurin var tá ein andlig uppliving, sum mettaði fólkasálina fyri langar tíðir.
Her hittust fríggjarafólk í tukt og æru, her livdu eldri hjún sínar fyrstu fríggjaradagar upp aftur av nýggjum og leikaðu sum børnini ímillum barnaspæl og lívsins álvara. So var hin føroyski dansurin tá.
Í dag verður sanniliga nógv gjørt burturúr jólunum.
Hvørt einasa heim ger nógv burtur úr jólunum. Mamman í heiminum er aloftast tann, ið stendur fyri stákanini. Vindeygu verða skrýdd við alskyns ljósum, og uttan um húsini verður eisini prýtt. Lukturin av nýbakaðum køkum og góðum mati skapar eisini hugna. Útvarpið stendur frá allan dagin, haðani jólaløgini eru at hoyra frá morgni til myrkurs ? men vit keðast ikki av teimum ? tey hava hoyrt til jólini og skulu altíð hoyra jólunum til.
Síðani koma jólamenninir, og tað eru ikki einans børnini, ið lurta, nei tey vaksnu lurta eisini, tí tey vilja gleðast saman við børnunum.
Kirkjur og samkomur gera sítt til eitt ríkt og signað jólahald. Skúlans partur liggur ikki eftir, og kommunurnar taka somuleiðis lut í jólastákanini. Alt hetta fegnast vit um, eingin ivi um tað ? og tó? Viðhvørt hava vit hug at steðga á, og spyrja okkum sjálvi, um jólahaldið ikki er vorðið ov mikið av tí góða, tí tað m.a. botnar so at siga alt í tí materiella. Tað skal sterkur ryggur at bera góðar dagar, plaga vit at taka til, eitt orðafelli, ið vit kanska hava lættari við at skilja, tá ið vælferðin er.
Altjóðagerðingin er eisini galdandi fyri okkum, vit taka eftir tí, sum vit síggja í svarta kassanum, ið stendur í hvørjari stovu í Føroyum. Besta dømi eru klædnapløggini ungdómurin og børnini nýta í dag. Nú er tað ikki longur mamman, ið bindur troyggjuna og gevur henni snið, nei hon skal helst vera tann sama, sum tey nýta í USA, ið er fyrimyndin hjá teimum ungu. Og keppurin skal helst hava búmerkið hjá New York á, og helst skal túturin venda aftureftir, um man skal vera cool, fyri at nýta tann málburð, sum okkara unga fólk hevur tikið til sín úr útheiminum, og mín sann um ikki okkara fjølmiðlar eisini eru farnir at nýta hesar fremm-andu málnýtslurnar, við tí úrslitið, at okkara dýrasta ogn móðurmálið verður avlagað, um hetta heldur fram.
Handlarnir hava úr at gera í hesum døgum, ja dagarnir røkka ikki til, afturlatingartíðin má broytast.
Postkassarnir eru á tremur av tilboðsbløðum, og tilboðini eru so góð, at fólk eru farin at rokna út, hvussu nógv tey spara í pengum, um tey nú gera hesa ella hasa íløguna um jólini.
Børnini verða sjálvandi hugtikin av øllum teimum vælvaldu myndum, ið tala til teirra, og foreldrini megna ikki tað stóra trýstið, ið verður lagt á tey.
Í jólahøgtíðini, ið er ein gleðishøgtíð, eiga vit at hava í huga, at meðan vit hava almikið av øllum góðum, so eru tað onnur, ið líða hungur og neyð. Aftur aðrastaðni eru tað tey, ið eru rakt av krígsførslu ? ein ólukkulig støða, tey eru komin í, uttan tey hava skuldina av tí. Ynski okkara er, at vend kemur í, so órættvísi í heiminum verður vent til rættvísi.
Aftur í ár hava vit fingið eitt vakurt og stórt jólatræ ? sum ímyndar ta ævigu vónina ? sum er sett upp mitt í býnum. Tá ljósini eru tendrað, sæst tað um alla bygdina og eigur at minna okkum á, at jólini eru í hondum, høgtíðin ið gav menniskjanum ævileikans virðir. Gleðilig jól øll somul.