Jólatræið í Havn tendrað

Leygardagin var jólatræið í havn tendrað.

Tað var Leivur Hansen, borgarstjóri, sum tendraði træið.

Umframt Leiv Hansen helt eisini Bjarni Bæk, próstur røðu.

Nú øll hini jólaljósini í býnum eisini eru tendrað, kennist sannur jóladámur í býnum.

Sunnudagin var jólatræið á Argjum eisini tendrað, meðan jólatrøðini á Hvítanesi, í Kaldbak og í Syðradali verða tendrað komandi vikuskifti.