Jólakonsert við Tórshavnar Manskóri

   

Tórshavnar Manskór fer at hava jólakonsert saman við Ad Libitum og kórinum Glymi. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 9. des. kl. 19.30.

Tórshavnar Manskór fer at framføra bæði gamlar, vælkendar sangir og jólaløg, gamlar tekstir í nýggjum hami, eins væl og nøkur heilt nýggj verk.

Ad Libitum fer saman við Tórshavnar Manskóri m.a. at framføra tann vælkenda sangin Panis Angelicus.

Kórið Glymur fer m.a. at syngja eina nýggja útseting av »Nú liggur ein kavafonn tindi á« og sangin um »Rudolf« ? ein skemtilig útseting, ið Jógvan Telling hevur lagt til rættis. Kórleiðari hjá Glymi er Bjarni Berg.

Av verkum, sum Tórshavnar Manskór fer at syngja, kunnu nevnast løg hjá Regin Dahl, og ein nýggj útseting av tjóðsanginum, sum kórleiðarin Bjarni Restorff hevur lagt til rættis.