Jólini nærkast í hvørjum og Sosialurin fer nú aftur undir spennandi jólakapping. Og vit eru rættiliga í jólahýri, tí tað verður nógv at vinna í ár.
Sum nakað nýtt fara vit at hava eina myndakapping afturat vanligu jólakappingini. Tað er Betri pensjón, sum letur vinningarnar til ta kappingina. Lesarin skal senda eina góða mynd av einum barni inn til Sosialin og besta myndin vinnur kr. 10.000. Harafturat verða eykavinningar fyri 12.500 kr.
Myndakappingin og jólakappingin koyra saman í Sosialinum frá 20. november og hvønn dag í 5 vikur til og við 23. desember – íalt 24 bløð.
Myndakappingin
Børn og jól hoyra saman og í ár fáa børnini møguleikan at vinna sær eina rættiliga jólagávu saman við Sosialinum og Betri pensjón. Betri pensjón letur Sosialinum vinningarnar til myndakappingina við virðið á íalt kr. 22.500,00: 1.virðisløn kr. 10.000, 2.virðisløn kr. 5.000, 3.virðisløn kr. 2.500 og so vera 5 økisvinningar á kr. 1.000. Fyri at vera við í myndakappingini eru treytirnar at: bert eitt barn er á myndini, barnið ikki er føtt áðrenn 1. januar 1998, og at tað er búsitandi í Føroyum, myndin ikki er tikin av professionellum myndafólki, myndin verður send sum jpg-fíla og er í góðari prentgóðsku og hon skal vera í litum. Vit góðtaka eisini viðgjørdar myndir.
Myndirnar skulu sendast til myndakapping@sosialurin.fo áðrenn ásettu tíðarfreistirnar fyri hvørt øki og viðmerkjast skal: navn á barninum, býur/bygd, aldur á barninum, navn á myndatakari og tel. nr.:
Tað er barnið, sum er á myndini, ið er við í kappingini um vinningarnar! Dómarir vera Jens Kristian Vang, fotografur hjá Sosialinum og Pætur Jensen, grafikari hjá Sosialinum og teir meta um motiv, litsamanseting, ljós og um myndina sum heild. Talan er sostatt ikki um eina vakurleikakapping.
Vit hava valt at býta kappingina upp í økir, fyri at fáa myndirnar leypandi inn og hvørja viku verður lutakast um 1.000 kr. millum innkomnu myndirnar úr hvørjum av hesum økjum:
Økini: Innlatingarfreistir:
Norðoyggjar týsdagin 17. november
Eysturoy týsdagin 24. november
Streymoy (uttan Tórshavnar kommuna) týsdagin 1. desember
Tórshavnar kommuna týsdagin 8. desember
Mykines, Vágar, Hestur, Koltur,
Nólsoy, Sandoy og Suðuroy týsdagin 15. desember
Jólakappingin
Í ár verður jólakappingin skipað soleiðis, at hvønn dag í 24 dagar verður ein puntur at klippa út og tá kappingin endar tann 23. desember skal lesarin senda okkum allar 24 puntarnar inn í einum brævbjálva merktur ”Jólakapping”. Puntarnir hava búmerkið hjá Betri pensjón á umframt eitt tal frá 1 til 24.
Høvuðsvinningur í Jólakappingini er 2 flogferðaseðlar frá Atlantic Airways og annars verða fleiri góðar jólagávur at vinna.