Leygardagin 9. og sunnudagin 10. desember millum klokkan 14 og 18 hava vit sum undanfarin ár jólatiltak í útisavninum í Hoyvík, so at fólk kunnu sleppa at uppliva ein part av lívinum upp undir jól á einum bóndagarði fyri umleið sjeyti árum síðani.
Foreldur kunnu saman við børnum fara eitt sindur burtur frá tí dagliga sjabbinum og stressinum og slappa av í skýmingini í tí hugnaliga umhvørvinum heima á Garði.
Høvi verður at síggja bóndahúsini, meðan húsfólkið stákast við bakstur og ger okkurt plaggið liðugt ella heldur skýming.
Postmaðurin kemur kl. 15 við jólapostinum, og hann heintar tey nýskrivaðu kortini og brøvini, sum børn og vaksin hava skrivað við pennaskafti og sett ársins jólamerkir á.
Smiðurin smíðar okkurt smátt og greiðir frá smíðnum í smiðjuni. Eldur er í essuni, og stigi og stabbi standa til reiðar.
Í úthúsunum fjala smáar vættrar seg millum hoyggj, torv og gomul amboð.
Og ein stór vættur fer at siga frá søgum í úthúsunum.
Hoyggjhús, tarvafjós, eplahús, fjós, torvhús og svalhús goyma okkurt forvitnisligt, so børnini kunnu fara á granskingarferð at loysa gátur.
Leygardagin kl. 16 verður hugnalig konsert í stovuni í sethúsunum, har Kári Sverrisson og Jógvan Philbrow fara at spæla og syngja ymsan gamlan fólkatónleik og vísur.
Á vegnum oman móti lendingini verður teymaríðing fyri børnum við føroyskum rossum. Og Kiwanis selur jólatrø í túninum.
Í turkihúsinum fæst ein drekkamunnur til keyps og onkur góður biti til vaksin og børn, eins og søla verður av jólaprýði og hondgjørdum lutum.
Annars er tiltakið ókeypis.
ð Vælkomin til jólahugna í útisavninum í Hoyvík, sigur Føroya Fornminnissavn









