Kenda og sera fitta jólahúsið í Miðbýnum í Havn stendur aftur í Grasagarði. Í fjør var roynd gjørd at seta húsið longur oman í býin, men við vánaligum úrsliti.
Serliga var tað vikuskiftiskvøldini, at ótangar høvdu hug at ganga húsinum ov nær. At enda var so galið, at húsið var nærum sorlað sundur og jólafriðurin var brotin.
Hesum gjørdust fólk í Miðbýnum sera kedd av og tí hava tey tí flutt jólahúsini niðan aftur í Grasagarð, eins og árini undan.
Hóast mett var, at besta fyribyrging var at gera í stand aftur beinanveg og halda húsini í góðum standi, so gjørdist alsamt álvarsligari harðskapur vart við seg, so ógjørligt var at halda fram á hesum stað.
Jól í Grasagarði
Mett verður tó eisini, at húsini standa væl í Grasagarði. Fólk síggja ljósini í vindeyganum og vita, at hetta ber boð um, at jólini eru í hondum.
Í húsinum eru nissur og vætrar, greytur, gávur og mangt annað. Ætlanin hjá jólamanninum er at sova í húsinum, um hann fær stundir og um veðrið loyvir hesum.
Jólahúsið fær rættiliga góðan frið í Grasagarði, tó at onkur óboðin gestur er komin á gátt. Men fólk í Miðbýnum vóna, at tað slepst undan slíkum, so nissur og vætrar fáa frið og so jólamaðurin sleppur at liggja nátt í friði.