Jákup vil sleppa úr FC Midtjylland

Tað sigur Jákup L. Thomsen, sum ikki er nøgdur við støðuna í FC Midtjylland

Jákup Ludvig Thomsen er úttikin til landsliðið á fyrsta sinni. Hann hevur higartil bara spælt á U21-landsliðnum, men í ár hevur hann eisni vunnið sær fast pláss á besta liðnum hjá FH í Íslandi. Tað hevur nú tryggja honum eina landsliðsúttøku.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Um eg fái ein minutt, so taki eg hann. Fái eg ein hálvan minutt, so taki eg hann. Sleppi eg ikki inn, so taki eg lærdómin við mær, sigur ungi framherjin.

 

Les eisini: Tað stendur millum Klæmint og Jákup

 

Jákup Thomsen gjørdi fyri tveimum árum síðani ein fimm ára sáttmála við danska felagið, FC Midtjylland. Síðani hevur hann verið útleigaður, men nú ætlar hann at skifta felag permanent.

 

Les eisini: Nógvar ábendingar í fyrstu venjingini

 

- Eg leiti í løtuni eftir einum nýggjum felagið, at skifta til permanent. Tað er ein rímuliga stórur møguleiki fyri, at tað verður FH í Íslandi. Eg vil til eitt felag, sum trýr eitt sindur meiri upp á meg enn FC Midtjylland ger, sigur Jákup L. Thomsen.

 

Nations League landsdysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður leygardagin klokkan 17. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn. Føroyar skulu vinna fyri at hava ein møguleika fyri at koma víðari.