Jákup viðgongur at talan er um harðvunnan sigur (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu B36 vann 2-1 á AB á Argjum, og hoyr ein lættan høvuðsvenjara hjá B36, Jákup á Borg fegnast um sigurin

##med2##

Tað stóð á gomlum nøglum hjá B36 í dystinum móti AB úti í Vika á Argjum. B36 vann 2-1, men heilt móti dystarenda var tað bert ein hársbreidd frá, at Bjarki Nielsen hjá AB javnaði til 2-2.

Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg viðgongur eisini, at talan var um ein harðvunnan sigur. Hann ber rósur til mótstøðuliðið, AB fyri at stríðast væl og verða sera vandamiklar uppá umstillingarnar.

Í gleðini um sigurin og at fáa Brian Jakobsen á máltalvuna aftur er Jákup á Borg alt annað enn fegin um, at Bárður Olsen hjá AB kundi leggja heimaliðið á odda við einum frísparki við einari frástøðu til málið uppá næstan 50 metrar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá báðum málum hjá B36 sum Michal Przybylski og Brian Jakobsen skoraðu.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein lættan Jákup á Borg aftaná dystin.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá AB, Bárður Olsen. Hoyr eisini Trónd siga frá málinum hjá Bárði Olsen til 1-0. 

 

(Málini hjá B36 og samrøða við Jákup á Borg)