Jákup Veyhe leikstjórnar í Klaksvík

Klaksvíkar Sjónleikarfelag er farin undir at venja skemtileik, sum eisini varð spældur í Klaksvík í fimtiárunum

 

Klaksvík: Klaksvíkar Sjónleikarfelag er nú farið undir venjingarnar til skemtileikin Charles Tanta. Tað verður Jákup Veyhe, sum skal leikstjórna, og hann hevur sett hol á arbeiðið í Klaksvík.

Skemtileikurin, sum klaksvíkingar nú fara at spæla, varð eisini spældur í Klaksvík í 1954, og tá var hann sera væl dámdur.

Leikurin er ein skemtilig fløkja, har trupulleikarnir bara versna, so hvørt sum onkur roynir at finna eina loysn.


Týddur av nýggjum

Tað er er Brandon Thomas, sum hevur skrivað leikin. Leikurin er týddur av nýggjum í sambandi við nýggju framførlsurnar, og tað er Andrias Justesen á Viðareiði, sum hevur syrgt fyri hesum.

Hann týddi eisini leikin Seks í Pyjamas, sum var serstakliga væl dámdur, tá Klaksvíkar Sjónleikarfelag spældi hann fyri tveimum árum síðani.

Farna vetur spældu klaksvíkingar Ibsen-leikin Afturgongur, sum er ein álvarsleikur. Men nú eru tey farin aftur til tað, sum hevur verið vanligt í Klaksvík, nevniliga skemtileikir.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag miðjar ímóti at frumframføra Charles Tantu fyrst í november mánaði.