Jákup var ikki heilt nøgdur

Málverjin tók ábyrgdina av fyrra málinum á seg, og iðraði seg um, at úrtøkan úr nógvu møguleikunum ikki rakk til trý stig

Føroyingar hava tveir málverjar, sum teljast millum teir bestu í ávikavíst Danmark og Íslandi. Hetta síðsta árið hevur Jákup Mikkelsen, sum mikukvøldið var á liðnum fyri 11. ferð, verið fyrsta valið, og tað man vera sjáldan, at hann hevur havt so lítið at gera, sum hann hevði hesa ferð.

Bosniararar skoraðu tvey mál, og umframt tær báðu ferðirnar var tað bara eina ferð, at tað rættuliga vóru boð eftir føroyska málverjanum. Tað var tá støðan var 2-2, og bosniararnir komu leysir mitt fyri málinum. Jákup hálvbjargaði frágera væl í tveimum umførum, og so eydnaðist tað Allani Mørkøre at sparka burtur á strikuni.

Jákup Mikkelsen tók ? av órøttum halda tey flestu ? ábyrgdina á seg fyri málinum, sum Skotland fekk leygardagin, men hesa ferð er tað kanska ikki so torført at halda við málverjanum, tá hann tekur ábyrgdina á seg fyri fyrra málinum.

? Hornasparkið lá so tætt at málinum, at eg átti at komið út og boka hann burtur. Onkur forðaði mær at sleppa framat, men tað er ikki ein haldgóð umbering hjá mær at koma við, staðfesti dámligi málverjin, sum sunnudagin skal spæla á Eysturbrúgv í Keypmannahavn móti niðurflutta B93.

Jákup royndi at halda seg heitan, og tað var mest síni evni sum fótbóltsspælari, at málverjin fekk loyvi at vísa, tá liðfelagarnir viðhvørt spældu aftur til hansara.

? Eg haldi, at hetta var ein dystur, sum vit áttu at vunnið. Sammeta vit møguleikarnar, sum teir høvdu, við teir, sum vit høvdu, so verður úrslitið, at vit vóru tætt við nógv fleiri ferðir, staðfestir málverjin, sum harvið bæði er nøgdur við, at avrikini gerast alt meiri sannførandi, og iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa øll stigini hesa ferð.jh