Jákup tvífaldaði úrtøkuna

Føroyski landsliðsmálverjin stóð triðju royndina, og Partick Thistle eigur framvegis fyrsta sigurin í nýggja kappingarárinum til góða

SKOTLAND

Jákup Mikkelsen var á útivølli í Motherwell leygardagin. Tað var ein rokmikil uppgerð, har dómarin hevði úr at gera við floytuni og bókhaldinum. Tíggju ferðir var hann í lummanum eftir kortunum, og tveir spælarar sóu reytt. Stephen Pearson á heimaliðnum var tann fyrri at síggja reytt í 2. hálvleiki, og tá ið tað restaðu átta minuttir var tað Murray hjá Partick Thistle, sum varð sendur av vøllinum, tí hann fyri aðru ferð hevði gjørt misbrot til gult kort.
Úrslitið var 2?2, og harvið tvífaldaðist tyngdin í stigaposanum hjá Partick Thistle. James Mc Fadden legði heimaliðið á odda tvær ferðir. Í tí fyrra førinum var talan um frágera gott langskot, sum av brotsteigarmarkinum streyk upp í netmeskarnar, og í seinna førinum var hann púra leysur við nærra stólpan og hevði tískil allar møguleikar við høvdinum at stýra bóltinum í málið.
Skotskir fjølmiðlar halda ikki, at Jákup Mikkelsen hevði nakrar møguleikar at bjarga í hesum báðum førunum. Jákup hevði aðrar góðar bjargingar, og tað tykist ikki vera nakar ivi um, at hann eisini næstu ferð verður fyrsta valið millum stólparnar.
Gerry Britton stútaði Partick Thistle upp á 1?1, og Stuart Taylor stútaði teir upp á 2?2. Partick Thistle eigur framvegis fyrsta sigurin í nýggja kappingarárinum til góða. Setningurin er framvegis at sleppa burtur úr botninum, og tað verður kanska ivaleysa stríggið.
Venjari hjá Motherwell er Terry Butcher, sum seinnapartin av sjeyti árunum og fyrrapartin av áttati árunum var stinnur miðverji hjá Ipswich og onkra ferðina eisini var á eingilska landsliðnum.
Hesa ferð høvdu skotsku fjølmiðlarnir serliga eyguni vend ímóti tvífalda Motherwell málskjúttanum. Hann er í skotska bruttoliðnum ímóti Jákupi Mikkelsen og føroyska landsliðnum, sum leygardagin fer at stríðast á Hampden Park í Glasgow. Málskjúttin hevur verið skaddur síðani tíðliga í summar. Dysturin ímóti Partick Thistle var tann fyrsti, har hann spældi allar 90 minuttirnar í meiri enn eitt fjórðingsár. Fjølmiðlarnir finnast at, at hvørki Berti Vogts ella nakar av hansara monnum var og hugdi at gramma manninum.