Pápi Jákup Sverra, Pól, var úr Bø, mamman Margreta var elst av teimum 13 systkjunun á Rógvi úr Vestmanna. Foreldur teirra vóru Dora og Jákup. Margretha var bert 17 ára gomul, táið mamman doyði. Tá mátti Margreta taka um endan í heiminum. Nøkur børn fóru til onnur at vera, men framvegis var uppgávan stór hjá hesi ungu gentu.
Pól var fyrst lærari í Vestmanna, og hann gjørdist lærari Sandavági í 1919. Hann var virkin sjálvstýrismaður og hevði eisini sæti á tingi í fimm ár. Tað sigst, at hann var ein av teimum meira hógligu í flokkinum. Frá 1927 til 1947 var hann kommunustýrisformaður í Sandavági, umframt at hann hevði mong onnur álitisstørv. Hann doyði í 1969 og Margretha í 1973.
Tey vóru fýra systkin. Elstur var Jens Pauli, sum búði í Havn. Maria giftist við einum bretskum hermanni frá krígnum. Hann var prestur og tey búsettust í Bretlandi.
Tað einasta av systkjunum, sum livir eftir, er Leivur, sum býr í Sandavági.
Jens Pauli var føddur í Vestmanna, men hini systkini vóru fødd í Sandavági. Fyrstu tíðina búðu tey í skúlanum, sum bert hevði eina skúlastovu. Seinni fluttu tey í onnur hús, og skúlin varð øktur samsvarandi.
Niður at lesa
Farin úr skúlanum róði Jákup Sverri út í tvey ár. Teir royndu við snøri, og tað var nógv at fáa til tíðir.
Men Jákup Sverri vildi sleppa at útbúgva seg meira. Pápin mælti honum til at fara í Realskúla í Havn, men sjálvur vildi hann heldur sleppa niður, og tað eftirlíkaði pápin eisini.
Tískil fór Jákup Sverri niður á Høng í 1936. Fyrst fór hann í realskúla og síðan til student. Á Høng var gott at vera. Her vóru fýra aðrir føroyingar,
millum hesar vóru systkinabørnini Jógvan og Niels Winther av Sandi.
Jákup Sverri var liðugur í 1940. Tá var Danmark hersett av Týslandi og Føroyar av Bretlandi, so tað slapst ikki heim til Føroya aftur.
Jákup Sverri fór tískil til Keypmannahavnar, har hann í fyrsta umfari búði hjá pápabeiggjanum, prestinum Emil Joensen, sum var kendur fyri síni umsorgan fyri føroyingum í Danmark.
Emil var formaður í Kristiliga Ungmannafelagnum, og hann var ein slík ímynd av felagnum, at tað millum manna varð kallað Mílafelagið.
So var spurningurin, hvat ið var at gera. Jákup Sverri skrivaði seg upp at fara at lesa til verkfrøðing. Men hetta vísti seg ikki júst at vera hansara áhugi, so hann gavst skjótt. So fyribils fekst Jákup Sverri við fyrifallandi arbeiði.
Føroyingar lítlan fantasi
Eina ferð kemur Jákup Sverri á tal við professaran Christian Matras. Hann tók til, hvussu lítlan fantasi føroyingar høvdu. Fóru teir niður at lesa, so var tað til prest ella lækna og okkurt sum líktist.
Men vit føroyingar livdu mitt í fiski og av fiski. Men eingin hugsaði um útbúgving innan tað økið.
Hetta gav Jákup Sverra nakað at hugsa um, og hann fór at kanna møguleikarnar.
Hann varð ráddur til at fara á lærda háskúlan at lesa zoologi við fiski sum sergrein. Men tá mátti hann eisni hava tveir eykagreinir. Hann kundi velja millum geologi, geografi og botanik. Hann hevði ikki tann stóra áhugan fyri plantum, so hann valdi tær fyrru av nevndu greinum. Hann skuldi so eisini hava eina roynd í kemi.
Næsta stigið var sjálv fiskifrøðin. Jákup Sverri fór til leiðaran á Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser, Vedel Tåning, og segði honum frá sínum áhuga fyri fiskifrøði. Hetta var á Charlottenlund Slotti, har stovnurin helt til. Vedel Tåning av ovurfegin. Endiliga ein føroyingur, sum hevði áhuga fyri fiski!
Jákup Sverri kom beinanvegin at arbeiða í Charlottenlund. Hann fekk enntá lykil til slottið, so hann kundi arbeiða, tá ið hann vildi.
Finnur Beggu
Umftramt at koma í Kristiliga Ungmannafelagið kom Jákup Sverri nokkso nógv í Føroyingafelag, og har kom hann at kenna Beggu, sum var komin niður at tæna undan krígnum, og sum heldur ikki slapp heim aftur. Hon var systkinabarn nevndu systkinabørnini av Sandi. Tað gjørdi kanska sítt at tey komu at kennast.
Begga var dóttir Mourits Winther, ættaður av Sandi, og Doru úr Oyndarfirði. Tey vóru búsett í Klakksvík, har Mourits hevði handil. Mourits var eisini kendur sjálvstýrismaður.
Begga fór seinni at læra til fysioterapeut. Tey bæði giftust í 1946. Høgni var føddur í 1947 og seinni komu Ingi og Heini. Tað var ringt at fáa íbúð, men fyrst fingu tey eina í Brønshøj og síðan eina í Bellahøj í útriðini av Keypmannahavn. Har var gott at búgva.
Jákup Sverru átti mostrar í Keypmannahavn. Ein var Astrid, sum hevði eina føðiklinikk. Allir synirnir eru føddur har, og einki vildi hon hava fyri tað. So tætt var familjusambandið.
Ein onnur systir var Gunhild, sum búði í Moskva til mitt undir krígnum. Maðurin var fjarritari. Ein sonur hennara Knud er eisini sera virkin at varðveita fiskastovnarnar.
Var við til at finna sildina
Undir síni útbúgving Jákup Sverri var kanningarferð við fiskirannsóknarskipinum Dana í fýra mánaðir í 1948. Teir gjørdu royndir og yngulkanningar undir Føroyum, Íslandi, Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi. Teir trolaðu eisini í Faksaflóðini saman við íslendskum skipi.
Aftaná fóru teir á sildaleiðirnar norðanfyri og raktu við sild saman við øðrum kanningarskipum. Leitað var við ekkoloddi, asdikki og gørnum, sum teir settu og fingu nógva sild í. Hetta var ein veiða, sum kom at hava stóran týdning fyri Føroyar.
Tá byrjaði samstarvið millum Føroyar, Ísland og Noreg um at kanna sildina. Tað var Vedel Tåning, sum stóð fyri hesum royndum.
Heim at ”gera” eina fiskirannsóknarstovu
Jákup Sverri var liðugur við sína útbúgving í 1951 og fekk beinanvegin starv hjá Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser, har Vedel Tåning var stjóri.
Spurningurin varð tá reistur um at fáa eina deild í Føroyum. Tåning byrjaði í 1950 at tosa við Christian Djurhuus, sum tá var landsstýrismaður, um hetta.
Tað varð avrátt, at Jákup Sverri skuldi taka hetta uppá seg við at vera helvt um helvt í Føroyum og Danmark. Kostnaðurin skuldi eisini býtast millum Føroyar og Danmark.
Jákup Sverri byrjaði at arbeiða í kjallaranum í ytsta húsinum í Tinganesi, har løgmaður nú situr. Hann ferðist tískil ímillum 2-3 ferðir árliga.
Begga helt áfram at arbeiða á kommunuhospitalinum í Keypmannahavn sum fysioterapeut.
Henda skipan helt á til 1959. Jákup Sverri svav í Tinganesi og át hjá madam Ellingsgaard.
Tåning doyði í 1959. Hansara eftirmaður Einar Berthelsen segði, at sjálvandi skuldi Jákup Sverri búgva fast í Føroyum.
Tey flutto so heim og keyptu húsini á Hvítanesvegnum . Hetta var tá langt uttan fyri býin, og tað var ein stór broyting, ikki minst hjá Beggu, at flyta. Teimum kom tó at dáma her sera væl.
Bygdi fiskirannsóknarstovuna upp
Høvuðsarbeiðið hjá Jákup Sverra gjørdist at kanna toskastovnin. Í fyrsta umfari við niturkanningar og máting av fiskinum. Seinni varð byrjað uppá yngulkanningar. Til hetta endamál vóru bátar leigaðir.
Men arbeiðsuppgávurnar vórðu alsamt øktar, og tað kravdi meira av fólki.
Fyrsta hjálparfólk kom í 1958, og var tað Andreas Reinert. Aftaná hann komu menn sum Arnold Henriksen og Osmund Justinussen. Osmundur hevði roynt í Eystursjónun eftur laksi, og hann var við í eini verkætlan at finna útav, um laksur fekst á føroyskum øki. Tað gjørdi hann, og hetta kom at vera ein góð veiða í fleiri ár.
Osmund letur sera væl at Jákup Sverra. Hann var fittur og hjálpsamur. Osmundur sigur, at hetta var ein spennandi tíð við nógvum royndum, sum nógvar komu at fáa stóran týdning fyri okkara fiskiveiðu. Tað, sum eisini gjørdi tað so áhugavert at arbeiða hjá Jákup Sverra var, at hann altíð var so opin fyri hugskotum frá sínum medarbeiðarum.
Aðrar kanningar vóru eisini gjørdar, sum t.d. eftir nebbasild. Her var tað Kúrberg við skilamanninum Johan Simonsen, sum stóð fyri hesum kanningum.
Tað bøttu nógv um møguleikarnar, at Fiskirannsóknastovan fekk trolaran Jens Christian Svabo til fiskirannsóknarskip í 1964, og at tað varð flutt í egnan bygning á Debesartrøð í 1967.
Uppaftur betri gjørdist tað, tá ið Fiskirannsóknarstovan fekk Magnus Heinason. Hann var eitt rættuligt frambrot tá, hóast tíðin nú er farin frá honum.
Jákup Sverri hevur eisini verið nógv við til samráðingar um fiskirættindini sum til dømis í NEAFC.
Her tekur hann serliga til Atla Dam sum ein framúr samráðingarmann. Tá hann var við, kom úrslitið altíð at gerast munandi betri, enn nakar hevði roknað við. Hann var virkuliga ein góður maður fyri Føroyar, sigur Jákup Sverri.
Lívið aftaná Fiskirannsóknarstovuna
Jákup Sverri gavst á Fiskirannsóknarstovuni 68 ára gamal. Begga doyði í 1995. Hetta var ein stórur smeitur fyri hann og fyri tey øll. Begga var eisini ein merkisverd kvinna. Hon hevði greiðar meiningar um øll viðurskifti, og hon bakkaði ikki fyri at siga tær á røttum staði.
Ítrivið hjá Jákup Sverra er seyðurin, sum hann hevur á stykkinum, har hann býr. Væl er seyðurin røktur, tí hansara 6 ær hava í ár fingið 11 lomb, t.v.s. fimm av seks hava tvílembur .
Tað sum harmar Jákup Sverra nógv beint nú er, at tjaldrið hjá honum tykist at vera horvið.
Fyrst í 80-unum kom eitt tjaldurspar at halda til á stykkinum. Tey vórðu púra spøk, og ótu av hondunum. Tey bygdu eisini reiður og fingu ungar.
Eitt ár kom bert annað tjaldrið aftur. Tað kom eisini í vár, men nú hevur tað verið horvið. Tað plagdi annars at pikka uppá rútin og tað át úr hondunum.
Synirnir búgva allir í Havn, og er hetta Jákup Sverra ein góður stuðul. Hann eigur níggju abbabørn.
Sjálvur havi eg kent Beggu og Jákup Sverra frá tí eg kom í FF. Kann siga, at vit gjørdust sera væl. Tað var altíð hugnaligt at hitta tey bæði og eisini at vitja tey. Tey bæði vóru sera ymisk, men væl riggaði.
Hóast Jákup Sverri hevur búð rímiliga langt frá sínum arbeiðsplássi, so hevur hann ikki havt koyikort. Hann gekk frá og til arbeiðis. Hetta hevur gjørt sítt til, at hann ber seg so væl.
Hiðani verður ynskt Jákup Sverra hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum.
Tað ber til at heilsa uppá Jákup Sverra í Havnar Klubba føðingardagin frá kl. 16-19.
ó.