Jákup Petersen úr vón og viti - í følskum ákærum móti sjúkrahúsverkinum

So nógvir grovir feilir eru í greinunum, sum Jákup Petersen, yvirlækni hevur fylt Sosialin við í seinastu viku, at einki høpi er í nøkrum. Vónandi kann hetta rættast, so Føroya fólk ikki situr eftir við eini fullkomuliga skeivari mynd av tí føroyska sjúkrahúsverkinum.

1. Skeiv útreiðslutøl
Við stórum yvirskriftum førir Jákup Petersen fram, at 100 – 140 mió.kr verða søplaðar burtur til onga nyttu í føroyska sjúkrahúsverkinum. Hetta er eitt uppáhald, sum er fullkomuliga skeivt. Tað byggir á eina skeiva samanbering, sum hann hevur gjørt av útreiðslunum í Føroyum og Danmark. Øll niðurstøðan og tær stóru yvirskriftirnar eru burturvið, sum eisini framgongur av talvuni niðanfyri

Jákup Petersen skrivar, at útreiðslurnar fyri hvønn sjúkling í Føroyum eru 11.458 kr, men tann rætta upphæddin er einans 9.731 kr, sum næstan er tað sama sum í Danmark Munurin er 58 kr. og ikki 2.150 kr. Útreiðslurnar til tað føroyska sjúkrahúsverkið eru uml. 3 mió.kr. hægri enn í Danmark og ikki 100 – 140 mió.kr..

Jákup PetersenFakta Føroyar 2004 Sjúkrahúsútreiðslur 550 470 Mio.kr. Íbúgvatal 48.000 48.262 íbúgvar Sjúkrahúsútreiðslur pr. Íbúgva 11.458 9.731 kr.Danmark 2004 Sjúkrahúsútreiðslur 52.277 Mió.kr. Íbúgvatal 5.404.523 íbúgvar Sjúkrahúsútreiðslur pr. Íbúgva 9.308 9.673 kr.Munur 2.150 58 kr ”Meirútreiðslur” í Føroyum íalt 103 3 Mió.kr.Kelda: Hagstova Føroya, Føroya Gjaldsstova, Danmarks Statistik, Indenrigs- og Sundhedsministeriet.

Enntá eru fleiri orsøkir til, at lutfalsligu útreiðslurnar í Føroyum burdu verið munandi hægri enn í Danmark:
Útreiðslurnar til bráðfeingis tilbúgving og allar vaktarskipanir á sjúkrahúsunum í Føroyum eru lutfalsliga hægri, tí tað eru færri íbúgvar til hvørt sjúkrahús í einum so lítlum samfelagi.
Landafrøðiliga eru Føroyar fjarðskotnar og hava tí munandi útreiðslur til flutning v.m. í samband við serviðgerð uttanlands.
Primera heilsutænastan í Føroyum er ikki so væl útbygd sum í Danmark. Hetta er m.a. orsøkin til, at sjúklingar liggja longri inni á sjúkrahúsinum.

Hinvegin er ein møgulig orsøk til, at útreiðslurnar í Føroyum kortini ikki eru hægri enn í Danmark, at tað eru færri heilsustarvsfólk fyri hvønn íbúgva í Føroyum. T.d. er talið av serlæknum pr. íbúgva nógv lægri í Føroyum enn í Danmark og flestu norðurlondum.


2. Skeiv lóg
Jákup Petersen skrivar, at lógarkarmurin fyri sjúkrahúsvirksemið er Løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996. Hetta er ikki rætt. Ein heilt nýggj sjúkrahúslóg varð samtykt í 2005. Lógargrundarlagið hjá sjúkrahúsverkinum er tí Løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005.

Í teirri nýggju lógini er í § 1 staðfest, at tað eru 3 sjúkrahús í Føroyum. Í nýggju lógina er tað sum nakað nýtt lógarásett, at sjúkrahúsini skulu samstarva og veita hvørjum øðrum tænastur, ið kunnu betra um viðgerðartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið.

Ógviliga stórar KT íløgur eru hesi seinastu 3 árini framdar, til tess at betra um samskiftið og samstarvið, millum sjúkrahúsini innanhýsis og millum sjúkrahúsini og kommunulæknarnar. Nýggj talgild røntgenskipan og laboratoriuútgerð er tikin í brúk, sum samanbindir heilsuverkið á hesum øki. Taldgilda heilsuskipanin, sum umfatar bæði sjúkrahúsini og kommunulæknaskipanina, er við at vera tikin í brúk.


3. Skeivt tal av sjúkrahúsum
Hvar Jákup Petersen hevur tølini frá, um tal av sjúkrahúsum í hinum Norðurlondum, upplýsir hann ikki. Men sambært nýggjastu tølunum frá norðurlendsku hagtalsstovunum yvir talið av vanligum sjúkrahúsum, so eru tølini hjá Jákupi heilt við síðuna av.

Jakup PetersenFaktaMunurDanmark965343Føroyar330Ísland27324Grønland16160Finland34072268Áland312Svøríki978017Íalt582228354Kelda: Nordic Statistical Yearbook, 2006
Viðm.: Jákup Petersen hevur eingi tøl fyri tal av sjúkrahúsum í Noreg, men har eru sambært kelduni 45 sjúkrahús.


4. Skeiv leiðsla?
Jákup Petersen trívur eisini í sokallaðu DIOS frágreiðingina, sum varð gjørd fyri meiri enn 10 árum síðani um leiðslubygnaðin í føroyska sjúkrahúsverkinum. Orsøkin til, at júst henda frágreiðingin verður drigin fram og ikki onkur onnur, er helst, at nakrir yvirlæknar opinbart halda, at allir trupulleikar høvdu verið loystir, um bert yvirlæknarnir stýrdu sjúkrahúsunum.

So einfalt er tað als ikki. Tvørturímóti er tað soleiðis, at tey sum fáa mest mótstøðu frá hesum somu yvirlæknum, eru læknarnir í leiðslustørvum á sjúkrahúsinum. Í royndum verður eingin leiðsla góðtikin og tað er ein fullkomuligur illoyalitetur móti bæði organisatión og leiðslu í nógvum førum. Tað ber ikki til, at hetta heldur á fram!

Í roynd og veru liggur núverandi leiðslubygnaður á Landssjúkrahúsinum ógvuliga tætt upp at grundtankunum í DIOS-frágreiðingini, men størri rúm er givið fyri røktarøkinum og øðrum fakbólkum. Grundtankin er, at leiðslan skal vera eintýðug og tað fakliga virksemið verða skipað í deplar.

Í tí ovastu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, sum er eitt tað størsta arbeiðsplássið í landinum, er tað sjúkrahússtjórin, sum hevur tað avgerandi orðið at siga. Fyri at brúka eitt hugtak, sum er betri kent frá størri privatum fyritøkum, kann sigast, at sjúkrahússtjórin er "forstjóri". Tað er sjúkrahússtjórin, sum myndar sjúkrahúsið út eftir og hevur ábyrgdina mótvegis myndugleikunum. Men sjúkrahússtjórin má hava fakfólk afturat sær. Har er tað skilagott at hesi hava eina fakliga baggrund, sum lækni og sjúkrarøktarfrøðingur, tí hetta eru tey stóru fakøkini á sjúkrahúsinum. Á fleiri donskum sjúkrahúsum eru tey farin at kalla heilsufakligu medstjórarnar í ovastu leiðsluni fyri varastjórar ella einans "stjóri", til tess at signalera, at hesir stjórarnir ikki einans skulu taka sær av egnum fakøki, men uppgávan er at virka sum leiðsla fyri øll á sjúkrahúsunum. Tað er tann breiða kompetansan í ovastu leiðsluni, sum er týdningarmikil.

Undir sjúkrahúsleiðsluni er stovnurin skipaður í deplar, við einum leiðandi yvirlækna og einum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingi í hvørjum depli. Við tilvísing til sjúkrahúsleiðsluna er tað leiðandi yvirlæknin, sum hevur ta yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum í deplinum. Afturat sær í leiðsluni hevur hann ein leiðandi sjúkrarøktarfrøðing.

Fyri mær er als ikki nøkur orsøk til at broyta leiðsluskipanina á Landssjúkrahúsinum. Hetta var uppi at venda, beint eftir at eg hevði tikið við sum landstýrismaður, og nýggjur læknastjóri skuldi setast fyri virkandi læknastjóran, sum vildi sleppa frá. Tá varð hetta við leiðslubygnaðinum viðgjørt longi, væl og gjølla. Mín niðurstøða tá var púra greið, at halda fast um leiðsluskipanina, tó við at gera leiðandi ”forstjóra”-støðuna hjá sjúkrahússtjóranum enn týðiligari. Hetta er ein politisk avgerð, soleiðis verður tað, og at ein yvirlækni sum Jákup Petersen fer út í opið alment kríggj bæði móti tí politiska og fyrisitingarliga myndugleikan fyri at undirgrava hesa avgerð, er harmiligt.

Hinvegin kundi tað helst verið skilagott, at skapt ein betri leiðsluligan samanhang millum tey 3 sjúkrahúsini í Føroyum – t.d. gjøgnum funktiónsberandi eindir, sum Trivnaðarnevndin eisini skeyt upp í áliti sínum í smb. við tað nýggju sjúkrahúslógina.


Endi
Jákup Petersen er ikki hvør sum helst. Sum yvirlækni í sjúkrahúsverkinum hevur hann ein leiðandi leiklut, og tá eisini ein serstaka ábyrgd. Eisini tá hann fer út í fjølmiðlarnar á henda hátt. Tað er sera torført at skilja, hvat Jákup Petersen, yvirlækni, roknar við at fáa burturúr at niðurgera alt tað føroyska sjúkrahúsverkið, sítt egna arbeiðspláss, sína egnu leiðslu og heilsupolitiska myndugleikan við, við hesari villleiðandi og ósannu skrivingini.

Tað er í hvussu so er ikki nakað, sum betrar um støðuna hjá føroyska sjúklinginum og sjúkrahúsverkinum.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður